Turið væntar ikki eina lætta hálvfinalu

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Turið Arge Samuelsen fegnast um, at Kyndilskvinnur vunnu sín bólk

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Turið Arge Samuelsen, sum skeyt fimm mál, tá Kyndilskvinnur í Hoyvíkshøllini vunnu 31-13 (16-6) á H71. Úrslitið merkir, at Kyndil hevur vunnið bólk 2, og skal antin spæla ímóti Neistanum ella VÍF í hálvfinaluni.

 

Turið Arge Samuelsen fegnast um, at tær vunnu bólkin, men slær fast, at tær vænta ikki nakra lætta hálvfinalu.