Skrivstovna liggur úti á eini lítlari oyggj, Sveaborg, uttanfyri Helsinki og verður siglt hagar við lítlari feju í eini 20 min. Eisini er ein skrivstova inni í býnum, Helsinki.
Turið, sum hevur lisið sjónleikavísindi í Danmark, lesur nú mentan og samskifti í Keypmannahavn. Men er er hon í løtuni skiftisnæmingur á lærda háskúlanum í Helsinki. Hon byrjaði síðsta summar og verður har til juli í ár. Eftir ætlan skal hon vera liðug við útbúgvingina á lærda háskúlanum í keypmannahavn summrið 2016.
Turið hevur í síni lestrartíð í Keypmannahavn eisini arbeitt sum starvslesandi á Nordisk kulturfond og ráðharraðnumum har.
Kulturkontakt Norð umsitir fleiri ymiskar stuðulsskipanir, flytførisstuðul, netverks- og bústuðulsskipanina (Artist Recidens) o.a. Innan mentan- og listaskipanir verða eini 4,8 mill kr. lutaðar út árliga. Tað er ymiskt hvussu ofta ymisku stuðlarnir verða latnir – Flytførisstuðul verður latin fýra ferðir um árið.
Ein av uppgávunum hjá Turið er at fyrisita útgjaldið og gera uppfylgingar uppá umsóknirnar í tráð við frágreiðingar, sum verða sendar inn aftur eftir tey mongu tiltøkini. Samanlagt verða um 1800 umsóknir av ymiskum slag viðgjørdar um árið, so har er nógv at hava eyguni eftir.
Turið líkst væl á, at lesa í Helsinki, hvørs lærdi háskúli hevur gott orð á sær kanska serliga innan mentan og miðling, sum Turið lesur. Finskt er torført at læra, men tó hevur Turið sett sær fyri at kunna skilja nakað og helst eisini kunna samskifta á finskum, so hon hevur teknað seg til málskeið eisini.
Helsinki hevur eitt serliga ríkt mentanarlív, sum verður væl stuðlað – t.d. verður sagt, at tað eru tvey yrkissjónleikarahús fyri hvørjar 25.000 íbúgvar og hópin av áhugaleikhúsum eisini. Í Helsinki búgva um 1.2 mill fólk.
Seint í apríl koma fólk frá Kulurkontakt Norð at greiða frá í Klaksvík og Tórshavn á almennum fundum um tær ymisku stuðulsskipanir, møguleiki er at søkja frá.