Turið: Vit gera eitt hav av mistøkum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli taka samanum tapið ímóti VÍF

- Vit gera eitt hav av mistøkum, so avgjørd er Turið Arge, tá hon setir orð á hví kyndilskvinnur taptu 24-25 ímóti VÍF á heimavølli, aftaná at hava verið á odda 14-9 í steðginum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Turið Arge, aftaná loknan dyst.

 

Turið heldur, at tær brendu ov nógv í álopinum, og í verjupartinum vóru ov nógvar støður, sum førdu til brotskøst til VÍF. Turið heldur eisini, at tað væntaði hjá fleiri á hennara liðið at taka ábyrgd í avgerandi støðum. Turið heldur, at tær mugu fara at venja nógv meiri álopsspæl fyri at fáa tað nógv meir flótandi.