Á bryggjuni í Vági eru menn farnir undir at fisk, fyrst og fremst høvd, í einum rættiliga nýggjum vinnubygningi, sum hevur staðið óvirkin eina tíð, eftir eittnú at hava verið nýttur til saltfisk og at turka fisk í.
Tað er smápartafelagið Faroes Apama, ið stendur fyri framleiðsluni. Føroyingar og íslendingar eiga felagið og standa saman um framleiðsluna. Fyri føroyska partinum stendur vágbingurin Tom Silvurdal og Delta Seafood er eisini við í samstarvinum.
Tað er íslendingurin Luðvík Haraldsson, ið stendur á odda. Hann hevur 25 ára royndir í hesi framleiðsluni og hevur m.a. starvast í Lerwich og í Íslandi. Hann kennir eisini væl marknaðin og hevur góðar vónir.
Marknaðurin er Nigeria, og Luðvík Haraldsson sigur, at hetta er stórur marknaður. 25% av fólkinum í Afrika búgva í Nigeria, og landið útflytir olju, so landið eigur pening.
Afturlatin skipan
Enn starvast teir í bygninginum við at gera klárt til framleiðslu, men framleiðslan er tó so smátt byrjað.
Teir byggja turkirúm, og munurin frá royndum, ið áður hava verið er, at nú verður talan um afturlatna skipan, so tað slepst undan lukti, og ein nýtir hitan betri. Luftin verður eisini reinsað.
Um orsøkina til, at royndu íslendingarnir hava valt at vera við í framleiðsluni sigur Luðvík Haraldsson, at eigararnir vóru áhugaðir í samstarvi, bygningar og annað vóru til taks og í góðum standi og hóskaðu væl, og so er eisini vert at nevna samstarvið við Delta á Tvøroyri.
Byrja
Um vikuskiftið hava menn av øllum alvi roynt at gera turkirúm klár. Framleiðslan byrjar av álvara hesa vikuna, og tá gongd rættiliga er komin á væntar Luðvík Haraldsson, at eini 15-17 fólk fara at starvast hjá Faroes Apama.