?Turkaðir jydar? og æti í Snarskivuni

Æti, so stór sum trøll og ?Turkaðir jydar? eru nøkur av sermerktu verkunum hjá listakvinnuni Astrid Andreasen, ið eru at síggja í Snarskivuni hesar dagarnar

Ein røð av nýggjum verkum eftir listakvinnuna og vísundateknaran Astrid Andreasen eru í løtuni at síggja í Snarskivuni í Miðbýnum

Hóast verkini ikki eru so nógv í tali, prógva tey í nógvar mátar, at Astrid Andreasen er ein av okkara mest fjøltáttaðu listakvinnum.

À sín sermerkta hátt vísa verkini, hvussu Astrid Andreasen megnar at arbeiða sum bæði lista- og vísundafólk í senn.

Her eru abstraktir málingar av ?Svarta kassanum?, sum hoyrir og sær alt, umframt æti og onnur smákykt, so stór sum trøll.

Hóast øll eyðkenni við hesum kyktum - líka frá eygum og klóm til fínastu følitræðrir eru neyvt endurgivin, megnar listakvinnan samstundis at flætta ein fínan humor inn í myndirnar.

Humorin noktar seg heldur ikki í øðrvísi klippmyndini, ?Turkaðir jydar?, har ein lang røð av turkaðum skrubbum á einum snóri sipa til danska mátan at njóta turran fisk.

Framsýningin í Snarskivuni er ein søluframsýning og er opin gerandisdagar 9.00-16.00.