Tað var á tiltaki á Hotel Føroyum í fjør, at samband varð knýtt millum føroyingar innan gastronomi og risastóra danska veitaran av svína- og oksakjøti, Danish Crown.
- Alt byrjaði á Hotel Føroyum í fjør, tá eg var her fyri fyrstu ferð. Tað var eitt mattiltak á hotellinum, har vit sluppu at royna skerpikjøt ymsa staðni úr landinum. Har kom eg í samband við fleiri føroyskar matentusiastar, og vit fóru at tosa um hvussu tað mundi rigga at turka skinku í Føroyum á sama hátt, sum skerpikjøt verður turkað. Tað arbeiðið er byrjað nú, og vit eru sera spentir uppá hvussu hetta fer at rigga, greiðir Claus Hein, sølustjóri hjá Danish Crown frá.
Føroyska skerpikjøtið er sera øðrvísi matur í Danmark. Og fyri Claus Hein var tað spennandi at royna turkaða skerpikjøtið við ymsu smakkunum, alt eftir hvar í landinum, tað varð turkað.
- Munurin á smakkinum er jú týðiligur. Vit hava nú valt út nøkur støð at turka skinkuna í Føroyum, og byrja í heyst og vetur við at turka skinku á Stóru Dímun. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu skinkan verður turkað her í Føroyum, nú tað verður roynt við einum heilt øðrum slag av kjøti, sigur hann.
Umframt Stóru Dímun, eru ætlanir um at royna turkingina í Mykinesi, Bø og á nøkrum plássum norðanfyri. Tað basala í skerpikjøtinum er jú turkingin, og nú er ætlanin at finna út av hvat tað er sum hendir við kjøtinum, tá kjøt verður turkað, og um turkingin kann nýtast til annað enn seyðakjøt
- Hetta er eitt sokallað pilotprojekt, har tað er vónleyst at siga nakað um úrslitið enn, og um skinkan kann nýtast tá turkingin er liðug. Vit hava roknað við eini turkingartíð millum 14-16 mánaðir, so vit mugu bíða við at staðfesta nakað til tá.
Føroyski parturin av verkætlanini er mannaður av kokkum og øðrum matentusiastum, sum vilja fremja føroyska gastronomi. Altjóða marknaðurin fyri skinku er ovurstórur. Bara Italia framleiðir skinku fyri 30 milliónir árliga. Danish Crown, sum er heimsins størsti útflytari av svína- og oksakjøti, útflytir svínakjøt fyri 17 milliónir um árið, og fer at veita danska skinku til turkingarverkætlanina í Føroyum.