Turkaland hevur góðkent svenska Nato-limaskapin

Einasti formalitetur fyri Svøríki er undirskriftin hjá turkiska forsetanum á Nato-góðkening

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix

Turkiska tjóðartingið hevur í kvøld góðkent Svøríki sum limaland í Nato, skrivar Reuters.

 

Nú vantar bara góðkenningin hjá Ungarn.

 

Avgerðin fall eftir kjak í fleiri tímar í turkiska tjóðartinginum.

 

346 tjóðartingslimir greiddu atkvøðu, og av teimum atkvøddu 287 fyri svensku, limaskapi 35 vóru ímóti, meðan restin ikki atkvøddi, sigur svenskt sjónvarp.

 

Játtanin úr Turkalandi skal nú staðfestast við undirskriftini hjá forsetanum, Recep Tayyip Erdogans. Hann hevur frammanundan lovað, at um Tjóðartingið góðkennir umsóknina hjá Svøríki, so skrivar hann undir.

 

Væntandi verður tað seinni í vikuni, at hann skrivar undir.

 

Burtursæð frá Ungarn hava øll Nato-londini herið góðkent svenskan Nato-limaskap.

 

– Svenski limaskapurin ger Nato sterkari og ger okkum øll tryggar, sigur Nato aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sambært svensku tíðindastovuni TT.

 

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd í Turkalandi.

 

Svøríki bað longu á vári í 2022 um at gerast limur saman við Finnlandi. Ynskið um skjótan Nato-limaskap stóðst av at Russland gjørdi innrás í Ukraina 24 februar sama ár.

 

Finnland gjørdist tó limur næstan alt fyri eitt.

 

Erdogan og turkiska stjórnin kærdu seg um, at PKK-limir hava frítt at fara í Svøríki. Kurdiski bólkurin er bannaður í Turkalandi, og hann stendur á yvirganslistanum hjá ES.

 

Samstundis var tað í 2022 fleiri koranbrenningar í Svøríki, sum tarnaðu góðkenningartilgongdini í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara.

 

Tí var tað ta bara Finnland, sum fekk turkisku góðkenningina til Nato-limaskap. Øll limalond skulu góðkenna nýggjar limir í Nato.

 

/ritzau/

 

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix