Turkiski herurin hevur í kvøld søkt at týðandi hernaðarligum málum í Sýrialandi sum svar uppá, at sýriskar granatir raktu bygt øki í Turkalandi í dag við tí úrsliti, at fimm fólk doyðu.
Turkiska stjórnin kunngjørdi beinanvegin, at hon fór ikki at sita hendur í favn, og stjórnin hevði samstundis samband við ST-aðalskrivaran og leiðsluna í NATO, har Turkaland er limur.
Í kvøld hevur stjórnin í Ankara so boðað frá, at herurin hevur skotið granatir eftir hernaðarligum málum í Sýrialandi.