Turkar og kurdar nærkast hvør øðrum

Fyri fyrstu ferð hevur turkiski forsætisráðharrin, Tayyip Erdogan, hitt formannin í tí størsta kurdiska flokkinum í landinum, Ahmed Türk. Eygleiðarar meta fundin sum eitt týðandi skifti í turkiskum politikki, tí fyri bara nøkrum fáum mánaðum síðani ætlaði stjórnin at banna flokkinum at virka, tí hann varð hildin at samstarva við tann vápnaða kurdiska felagsskapin PKK.

Aftan á fundin segði Erdogan, at fundurin hevði víst, at turkar og kurdar vilja liva saman í friði, og at tað gav vónir um eina betri framtíð fyri samfelagið.

Umleið 12 milliónir kurdar búgva í Turkalandi.