Eitt turkiskt innanríkisflogfar við 136 fólkum umborð er rænt Flogfarið var á veg úr turkiska partinum av Kýpros til Istanbul, tá nakrir menn rændu tað.
Flogrænararnir kravdu, at flogskiparin skuldi seta kós ímóti iranska høvuðsstaðnum Teheran, men at hann fyrst skuldi millumlenda í frítíðarbýnum Antalya á turkisku suðurstrondini.
Turkiskir fjølmiðlar siga, at tað eydnaðist nøkrum av ferðafólkunum at flýggja úr flogfarinum, beint eftir at tað hevði sett seg í Antalya.
Tað er ikki greitt, hvussu mong fólk eru eftir í flogfarinum, ella hvussu mangir flogrænararnir eru.