Turkurin og regnið gjørdu av við B36

Europa Cup: Hóast B36 menninir høvdu bóltin nógv, so megnaðu teir so at siga ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar

Tað hilnaðist illa hjá B36, tá teir hóskvøldið royndu at verja føroysku æruna í altjóða fótbólti. Turkiska mótstøðuliðið fór við sigrinum, og áskoðarafjøldin og harvið inntøkurnar til B36 vóru væl minni, enn tað varð roknað við. Hetta hevði sína orsøk í, at júst hósdagin var fyrsti regndagurin á sumrinum, og tað gjørdi tiltakið á Tórsvølli í síni heild til nógv minni enn tað, sum tað kundi havt verið, um veðrið hevði havt lagað seg øðrvísi, men soleiðis eru treytirnar í Føroyum. Trúgvu B36 fólkini eystanfyri gjørdu sítt til at stimbra undir, soleiðis at spælararnir skuldu kenna, at teir vóru á heimavølli, men tað hevði sjálvandi verið øðrvísi, um fjøldin hevði verið størri, og ikki at tala um, um veðrið hevði skikkað sær, sum tað annars hevur gjørt síðani fyri ólavsøku.

B36 noyddist at skora í hvussu so er eitt mál, og tað sást beinanvegin í spælbýtinum. Heimaliðið legði bragdliga fyri í royndini at leggja trýst á og at skora mál. Spælararnir vildu nógv, og ikki so sjáldan eydnaðist tað at samanspæla væl. Miðverjan var sannførandi, Arnbjørn Danielsen tetti væl, og Pól Thorsteinsson, sum hevði fremsta álopsmannin, og Jens Kristian Hansen ansaðu mótstøðumonnunum væl, og so var tað sjálvandi hent, at landsliðsspælararnir høvdu altjóða royndirnar, sum gjørdu teir førar fyri at taka lut í uppspælinum, har serliga Jens Kristian Hansen var góður.

Tað hevði verið skeivt at sagt, at turkararnir høvdu besta fotbóltsliðið, sum hevur verið í Føroyum. Fyrsta hálva tíman, tá B36 hevði sína bestu løtu, sóust teir ikki so sjáldan í trongstøðum at sparka burtur í staðin fyri at spæla, og fram móti dystarenda, tá B36 trýsti nógv fyri at fáa málið, sum í fyrstu atløgu hevði borið umdyst við sær, royndu teir fleiri ferðir at sparka uppum húsini vestanfyri.


B36 møguleikarnir

Møguleikarnir hjá heimaliðnum at fáa mál kunnu teljast á aðrari hondini. Tann fyrsti kom, tá fyrra umfarið var hálvrunnið. Bjarni Prior, sum ikki hevur altjóða royndir og beinanvegin sá gult, spældi seg upp, og við fínari sending úr høgru fann hann Jákup á Borg, sum eitt vet fyri høgri av brotsteigarmarkinum valdi at senda handara vegin. Málverjin fekk hondina á, og einki spurdist burturúr hornasparkinum.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki kom næsti møguleikin. Øssur Hansen, sum í 1. hálvleiki ikki hevði verið serliga eyðsýndur, fann við frísparkssending úr vinstru, Ninoslav, sum eisini hevði spælt seg upp, og tað tóktist bara sum refleks, at málverjin, sum var komin alt ov langt út í brotsteigin, fekk hondina á.

Og sum tað leið fram móti endanum, flutti B36 fólkið langt fram, tað stóðust fleiri hornasparksstøður burturúr, men møguleikarnir vóru ikki meiri enn hálvir og minni enn tað. Síðstu sendingarnar vóru ikki nóg neyvar, royndirnar úti frá vóru fáar, og hóast hvítklæddu menninir skulu hava rós fyri, at teir royndu, so líka sum lá tað í luftini, at sannlíkið var størri fyri, at málið fór at koma í B36 málið. Turkararnir duttu ofta í rangstøðufelluna, ið fáu menninir, sum vóru afturi í B36 verjuni settu, teir hóreiggjaðu sær, sum tað kundi roknast við, at turkararnir fóru at gera, og tíverri var tað eina løtu soleiðis, at onkrir á B36 liðnum høvdu hug at vera við í ónollunum og orðklúgvarínum. Tað tænti ongum endamáli ? í hvussu so er ikki tí hjá B36.


Fleiri turkiskir

møguleikar

Gestirnir høvdu fleiri upplagdar málmøguleikar, enn B36 hevði. Og í flestu førunum stóðust møguleikarnir av B36 mistøkum, men tíbetur høvdu gestirnir ikki tað formatið at sekta sovorðin mistøk, sum stóru liðini altíð hava.

Egin Høgnesen vísti onkra ferðina sítt góða hegni í ein móti einum støðum, men hann hevði stórar trupulleikar við bóltførleikanum, tá viðspælararnir løgdu aftur til hansara. Longu í 8. minutti sendi hann beint í føturnar á mótstøðumanni, sum var staddur uttanfyri brotsteigin, men søplaði møguleikan burtur, og hetta endurtók seg einar tvær ferðir.

Á hálva tímanum misti B36 í uppspælinum í vinstru, teir komu til baklinjuna, løgdu flatt innfyri, og annar av álopsmonnunum, Keles Hakan, setti fótin á. Bólturin var á veg í málið, men so var ótroyttiligi stríðsmaðurin á miðvøllinum, Jan Guttesen, sum tykist hava fingið royndirnar, ið gera hann eins týdningarmiklan í altjóða dystum, sum hann er í heimligu kappingunum, har og sópaði burtur.

Søgan um miss hjá B36 í vinstru og flatt innlegg endurtók seg, tá tað restaðu tveir minuttir av fyrra umfarinum, miðvallarin Karaman Ünal var púra blankur undir málinum, men tað stóðst ikki meiri enn horna burturúr.

Seinna umfarið var fleiri ferðir um reppið, at teir komu leysir. Arnbjørn Danielsen dugdi væl at lesa mótstøðumenninar av og koma ímillum ella at draga teir rangstaddar, men fýra minuttir undan leikloki fingu teir mál.

B36 hevði horna í vinstru, sum teir so at siga pilkaðu burtur, mótstøðumenninir spældu skjótt í vinstru, har vongverjin, Mkalele Helmar, rann álopshugaða Carl Høgnesen, sum var komin á vøllin fyri Bjarna Prior, av, stakk inn um verjuna til Keles Hakan, sum hesa ferð ikki hevði trupulleikar at seta framvið málverjanum.


Sigurin bíðar

Og so var greitt, at B36 enn eina ferð var sent úr Europa so at siga á strikuni. At rokna við, at mótstøðuliðini hjá føroyskum liðum í europeisku kappingini fara at vera verri fyri, at turkisku mótstøðumenninir vóru, er lítið sannlíkt, men tað er loyvt at rokna við, at B36 menninir lærdu av royndini og tískil fara at standa seg betur næstu ferð, og kanska fer veðrið næstu ferð at vera meiri í parti við B36, enn tað var hesa ferð.

Føroyskur fótbóltur bíðar framvegis eftir einum sigri á Tórsvølli, og vit hava loyvi at rokna við og vóna, at hann fer at koma, tá landsliðið fer at royna seg tvær ferðir um eina viku. Føroyskur liðfótbóltur stendur framvegis í skugganum av landsliðnum, tá tað ræður um altjóða uppgávur.