Eitt brúgvalag við regni fer framvið Føroyum úr vestri mikudagin, og hósdagin verður ælaveður. Fríggjadagin og leygardagin fer ein hátrýstsryggur framvið Føroyum úr útsynningi og ger veðrið støðugari, áðrenn eitt nýtt brúgvalag kemur inn yvir oyggjarnar úr vestri sunnudagin.
Mikudagin verður skýggjað og regn av og á, men seinnapartin klárar í, tó okkurt æli. Hitin um 10 stig. Vindurin snarar í ein útsynning og vestan og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Hósnáttina verður lot til andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein landsynning, 3 til 8 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli, og hitin niður í 6 til 9 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av suðri, sum snarar í ein vestan og útnyrðing, 3 til 8 metrar um sekundið. Sólglottar og sum frá líður einkult æli. Hitin um 10 stig. Um náttina turt og partvís klárt og hitin niður í fimm stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og sólglottar. Hitin um 10 stig og um náttina niður í fimm stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan og øtlar um náttina upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt, men út á náttina regn av vestri. Hitin alt døgnið um 10 stig.
Sunnudagin verður andøvgsul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynning og vestan og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Yvirskýggjað og regn, men sum frá líður klárar í og okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og sólglottar og hitin um 10 stig.