Tað er næsti dagur á G! Festivalinum og flestu fólkini eru nú vaknaði. Torshavn hevur kastað akker uttanfyri Gøtusand, og saman við Norðlýsinum, ið longu kom í gjár, geva tey ein serligan hugna yvir bygdina.
Nógv fólk vóru á festivalinum í gjár, men væntaði leggjast væl fleiri aftrat í dag, nú vikuskiftið er byrjað.
Veðrið er eisini heilt hampiligt í Gøtu í løtuni, tó at ongin sól er. Norska veðurtænastan YR boðar frá sindur av sirmi seinni í kvøld, men annars verður turt meginpartin av degnum og restina av kvøldinum.
Fyrsta konsertin byrjaði klokkan sekstan tá Brian og Fiona fara á pall. Brian og Fiona eru eitt skotsk singer/songwriter par, ið samantvinnur siðbundnan og nýmótans sang á bæði skotskt-gæliskum og enskum. Av øðrum framførslum á Spæliplássinum í dag kunnu nevnast Ranchus, Konni Kass, Hamferð og Analogik.