Eitt lágtrýst, umleið 975 hPa, norðan fyri Kappan, fer í ein landnyrðing og fyllist. Óstøðug og lýggj luft við ælaveðri rekur inn yvir Føroyar av suðri og vestri. Í morgin fer ein hátrýstsryggur framvið av útsynningi. Eitt djúpt lágtrýst fer sunnudagin og mánadagin í ein norðan móti Grønlandsfjørðinum og tilhoyrandi brúgvalagið kemur spakuliga inn yvir Føroyar av útsynningi seint mánakvøldið ella tíðliga týsmorgunin. Týsdagin og mikudagin fer ein hátrýstsryggur framvið av útsynningi.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul, sum frá líður av vestri og útsynningi. Mest skýggjað og framvegis regn ella ælaveður, lutvíst við vátaslettingi. Hitin upp í 5 stig. Í nátt gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og tað klárar í og hitin millum 0 og 5 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 7 m/s, sum út á dagin snarar í landsynning og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, út á náttina upp í strúk í vindi, 12 m/s. Turt og sólglottar, men um kvøldið skýggjað, tó yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 6 stig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina hækkar í vestan og útnyrðing og makar í lot til andøvsgul, 3 til 9 m7s. Skýggjað og regn og hitin millum 4 og 7 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s, um náttina lækkar hann í útsynning og makar í fleyr til gul, undir 5 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um dagin eini 6, 7 stig, um náttina niður í 0 stig, í støðum frost.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men um náttina skýggjað og seinni regn. Hitin millum 4 og 6 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 m/s, mest skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig.