Turt seinni í vikuni

Danska veðurstovan DMI væntar gott fjallgonguveður frá hósdegnum og restina av vikuni.

Lýgg luft streymar yvir Føroyar úr suðri. Eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðinum flytir seg í ein landnyrðing og ein tilhoyrandi kuldabrúgv fer mikudagin framvið Føroyum úr útnyrðingi. Síðani breiðir ein hátrýstryggur seg yvir Føroyar úr útsynningi og lýggj luft floymir aftur yvir oyggjarnar av vestri og útsynningi.

 

Týsdagin verður andøvsgul up í ein strúk av útsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin um 10 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Skýggjað og út á náttina regn av útnyrðingi. Hitin um 10 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn og hitin um 10 stig. Um kvøldið snarar hann vindin í ein vestan og makar vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Fyrst regn, men sum frá líður turt og samdrigið. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynning. Samdrigið og turt og hitin millum 5 og 10 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sum frá líður skýggjað. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar og verður eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og skýggjað og támut og møguliga mjørki. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt, men rættiliga skýggjað. Hitin millum 7 og 10 stig.