Ein hátrýstsryggur førkar seg leygardagin inn yvir Føroyar av vestri og ger veðrið støðugari. Sunnudagin nærkast eitt lágtrýst bretsku oyggjunum úr vestri og eitt tilhoyrandi brúgvalag nærkast Føroyum av suðri. Fyrst í næstu viku fer lágtrýstið fram við sunnan fyri Føroyar og síðani streymar turrari luft yvir landið av landnyrðingi og norðri.
Í morgun verður lot til gul av landsynningi, undir 6 m/s og sum frá líður sær sólin eisini. Seinnapartin verður aftur meiri skýggjað og hann snarar vindin í ein eystan og øtlar upp í andøvsgul, upp í 8 m/s. Leygarkvøldið og sunnunáttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 13 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað og yvirhøvur turt, men um náttina møguliga regn sunnanfyri. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul fyri tað mesta av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.
Týsdagin makar hann vindin í lot til andøvsgul av norðri, undir 8 m/s. Mest skýggjað og okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 12 stig.
Mikudagin og hósdagin verður lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi ella ymsum ættum, undir 8 m/s. Okkurt æl, men eisini løtur við sól. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 12 stig.