Turt um vikuskiftið

Tó at onkur ælini verða alla vikuna, so verður yvirhøvur turt leygardagin og sunnudagin.

Tó at onkur ælini verða alla vikuna, so verður yvirhøvur turt leygardagin og sunnudagin.

 

Seinnapartin í dag verður eitt fleyr til gul av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum fimm og átta stig.

 

Hósdagin verður eitt fleyr til gul millum landsynning og landnyrðing og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum fimm og átta stig.

 

Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norði og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum fimm og átta stig.

 

Leygardagin verður lot av ymsum ættum, sunnudagin frískar hann vindin av eystri. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum fimm og níggju stig.