Tann 20. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har onnur høvuðsuppgávan var at taka streymmátarar upp. Tað hilnaðist sera væl, og allir mátararnir vórðu tiknir upp í øllum góðum.
- Hetta var eitt serligt ár fyri mátingarnar í Bankarennuni, tí í samfull 25 ár hevur Havstovan nú mátað tað djúpa rákið har. Millum streymmátararnar vóru eisini tveir týskir mátarar, sum vórðu tiknir upp fyri Universitetið í Hamburg, sí niðanfyri.
Lagt verður aftrat, at allir streymmátararnir nú eru á Havstovuni, har dátur verða lisnar, battaríini skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Í komandi viku er so ætlanin at leggja fimm streymmátarar útaftur.
- Hin høvuðsuppgávan á túrinum var at gera hydrografiskar mátingar á Íslandsrygginum. Mátingar vórðu gjørdar mitt eftir øllum Rygginum og á syðra kanti fyri at kanna tað djúpa kalda rákið, sum fer yvir um Ryggin.
Á Havstovuni vita tey at siga, at ein kaldur sjógvur rekurí einari lind niðri við botn sunnan fyri Ryggin, har streymmátarar hjá Havstovuni hava mátað seinasta árið.
- Hesin túrur var partur av verkætlanini Farmon 2020 og Rákinum tvørtur um Íslandsryggin, sum Havstovan stendur fyri við fígging frá ávikavist Energistyrelsen og Jens Smeds Oceanografiske fond í Danmark.
Øll frágreiðingin kann lesast um heimasíðuna hjá Havstovuni - www.hav.fo
Høgru megin á myndini sæst onnur týska boyan hangandi í sliskuni. Hesar boyurnar vórðu tiknar upp í Western Valley, vestast á Íslandsrygginum. Tær lógu á umleið 400 metra dýpi og hava mátað rákið frá botni og upp móti vatnskorpuni.
- Granskarar hjá okkum hava í mong ár samstarvað við granskarar á Universitetinum í Hamburg. Á túrinum vórðu eisini tvær sokallaðar PIES (vinstru megin), sum Havstovan hevur lænt frá Universitetinum í Hamburg, settar út.
Á Havstovuni vísa tey á, at PIES stendur fyri Pressure Inverted Echo Sounder.
- Hetta tólið verður sett á botn, har tað sendir ljóðsignal út við jøvnum millumbilum. Síðan mátar tað tíðina tað tekur hjá ekkónum at koma aftur til tólið. Av tí, at ljóðferðin í sjógvi er ymisk í køldum og heitum sjógvi, ber til at rokna út á hvørjum dýpi eitt møguligt mark millum heitan og kaldan sjógv er.
Lagt verður aftrat, at júst hetta er endamálið við hesum mátingunum, nevniliga at finna markið millum heitan atlantssjógv og tann kalda djúpa sjógvin.