Plátufelagið Tutl hevur aðalfund fríggjadagin 25 apríl klokkan 19 í Pæsastovu.
Á skránni verður val av nevnd, viðgerð av fløgu-kataloginum við Tutl útgávum, kjak um konsertferðir, eins og tosað verður um framtíðarætlanir felagsins. Tutl hevur nú umboð í Brússel og sáttmáli við konsertfyriskiparum í Týsklandi, Eysturríki, Sveis og virksemi í fleiri lond afturat fer at koma í næstum. Plátufelagið Tutl er felag til útgávu og sølu av tónleikatilfari, nú við 31 ár á baki.
Núverandi limirnir í nevndini eru Sólarn Solmunde, Knút H. Eysturstein og Ólavur Olsen. Dagligur leiðari er Kristian Blak.