Henda útgávan er fjórða fløgan í røðini »Rockur í Føroyum«, tó við einum øðrvísi heiti: TUTL 25 LIVE 2002. Men júst henda fløgan er øðrvísi, tí talan er bert um konsertupptøkur, sum fóru fram í sambandi við tiltakið »Tutl 25 ár« í januar og september 2002.
Bólkarnir, ið við eru á fløguni, eru Clickhaze, Týr, 200, Krit, Flux, Gestir, MC-Hár, Hatespeech, Mold, Pete & Brian og íslendski bólkurin Úlpa.
Bestu upptøkurnar eru valdar út, og ljóðblandaðar til útgávuna.
Jan Zachariassen hevur staðið fyri ljóðblandinum, meðan Finnur Hansen hevur masterað. Húsan hava Niels Arge Galan og Uni Árting gjørt. Sólarn Solmunde og Kristian Blak hava samskipað útgávuna.
Upptøkurnar eru allar farnar fram í samstarvi við Útvarp Føroya.
Myndatxt: Tutl gevur nú nýggja fløgu út. Hetta er ein live fløga, sum er tikin upp á konsertunum, ið vóru hildnar í sambandi við 25 ára dagin hjá Tutl