Foreldrini hjá teimum báðum vóru Jóhannes ella Hannebeiggi, sum hann varð nevndur, og Fryda Lamhauge á Glyvrum. Hannebeiggi var í mong ár skipari. Eitt nú førdi hann Lítlu Emmu, og eisini sigldi hann við týskum trolara. Hannebeiggi, sum var bóndasonur, var í mong ár røktingarmaður í Lamba. Sum mest sum allar aðrar konur tá í tíðini, so var Fryda heima, har hon tók sær av børnunum og fenaðinum. Tey høvdu eitt nú kúgv, seyð og høsn.
Fryda og Hannebeiggi fingu átta børn fimm dreingir og tríggjar gentur: Andrias, Nora, Hans Jacob, Jákup, Suni, Ernst, Erna og Brynhild. Andrias flutti til Danmarkar, og Hans Jacob búði tað mesta av tíðini í Havn. Andrias og Hans Jacob doyðu í ávikavíst 1994 og 1997.
Jákup býr í Saltangará, Suni, Nora, Ernst og Brynhild búgva á Glyvrum, og Erna býr á Toftum.
Tá ið 60 ára føðingardagsbørnini fyri fyrstu ferð sóu dagsins ljós 14. mars í 1946, var pápin staddur í Havnini, har teir riggaðu til umborð á Lítlu Emmu. Henda morgunin vóru telefonboð, sum søgdu Hannebeiggja, at hann hevði fingið ein son, og at meiri var á veg. Fimm tímar seinni vóru nýggj telefonboð, sum søgdu, at nú hevði Hannebeiggi fingið eina dóttir. Tá læt í Dia í Kálvhúsinum av Glyvrum, sum stóð á dekkinum, at dagurin var so lítið liðin, at enn kundu tað koma fleiri!
Fyrstu fimm skúlaárini hjá teimum báðum vóru í Lamba, og síðani gingu tey í skúla á Glyvrum. Millum lærararnar var Karl Joensen í Lamba.
Sum flestu dreingir fyri hálvari øld síðani, so fór Ernst tíðliga til skips. Hann var bara ellivu ára gamal, tá ið hann og vinmaðurin, Jákup hjá Stinu Miu, vóru á sild við Selnes, sum Magnus undir Lymbrekku førdi. Hans Jacob (beiggi Ernst og Ernu) var bestimaður. Seinni var Ernst við Yvonnu, sum Petur í Selvindi førdi, og við Austerlitz, sum Bartal Kass førdi. Eisini sigldi hann við Havalduni, sum Dánjal Jákup Hansen á Toftum førdi.
Miðskeiðis í seksti árunum fór Ernst í handverkaralæru hjá Zachariasi Leitisstein í Runavík. Eftir at hann var avlærdur, fór Ernst á maskinmeistaraskúla í Havn, og so fór hann at sigla sum maskinmaður. Fyrst í nøkur ár við Lómi hjá Skipafelagnum, so við danska reiðarínum Kosangas, áðrenn Ernst í 1987 aftur fór at sigla við føroyskum skipum. Ernst hevur verið hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, við Tjaldrinum og Ólavi Halga, og nú er hann 1. meistari umborð á Brimli.
Ernst giftist í 1973 við Sólrun, sum er dóttur Bertinu og Henning Johansen í Sandavági. Sólrun og Ernst fingu fýra børn: Hallbjørg, Fryda, Bertina og Henning. Hallbjørg og Bertina búgva í Danmark, og Henning býr á Glyvrum. Fryda var bara seytjan ára gomul, tá ið hon doyði í ferðsluvanlukku. Ernst eigur tvey abbabørn í Danmark.
Í frítíðini dámar Ernst væl at flóta. Hann er innløgumaður og tekur havhest og honum dámar væl at vera í grind. Tá ið møguleiki er fyri tí, vitja hann og konan yngru ættarliðini á flatlondum.
Eftir lokna skúlagongd á Glyvrum fór Erna til Eiðis at vera í húsinum hjá Elfrydu, sum frammanundan hevði tænt hjá Frydu á Glyvrum. Seinni arbeiddi Erna hjá Konradi Skaale í Havn, og uppaftur seinni var hon hjá Richardi Mortensen á Argjum. Tá ið flakavirkið Nykur á Toftum fór at taka ímóti fiski í 1969, taldist Erna millum flakakvinnurnar, og alt síðani hevur hon verið knýtt at virkinum. Í 2004 fekk hon gávu frá Føroya Fiskavirking fyri 35 ára trúgva tænastu.
Erna giftist í 1965 við Helga Danielsen á Nesi. Foreldrini hjá honum vóru Jóhanna og Jóhannus Danielsen (Jóhannus uppi í Forna). Erna og Helgi giftust inn á Nesi, men síðani 1970 hava tey búð á Toftum.
Tey bæði eiga fýra børn: Jóhannus, Jónfríð, Arnbjørn og Helen. Tey búgva øll í Nes kommunu. Erna eigur níggju ommubørn, og teimum dámar Erna væl at vera saman við. Hon syngur í kórinum í Fríðrikskirkjuni. Erna er rættuliga áhugað í fótbólti, og hon fylgir væl við, hvussu tað gongst B68, sum børnini og nú eisini ommubørnini hava verið og eru virkin í. Hon hjálpir til í ítróttarfelagnum, kirkjuni og missiónshúsinum, tá ið heitt verður á hana.
Tvíburðarnir fara leygardagin at halda føðingardagin saman við teirra næstu.