Tvíburabrøðurnir Kári og Róald Norðberg 80 ár

Sunnudagin tann 5. september verða tvíburabrøðurnir Kári og Róald Norðberg 80 ár.

Teir eru synir Niels Paula og Mikkalinu Norðberg í Hvalba. Systkinaflokkurin á Heyggi í Hvalba var stórur. Tey vóru tvær systrar og nýggju brøður. Av teimum eru fimm á lívi.

Systkini vuksu upp í eini tíð, tá ið tað, sum kom úr sjónum var álitið. Niels Pauli sigldi og mamman var heima og tók sær av stóra barnaflokkinum. Tá dreingirnir vuksu til, fóru fleiri teirra til sjós. Kári var ein teirra, men Róald fór fyrst í maskinmeistalæru og fór síðan eisini at sigla.


Kári fór fyrst við Hvalbiartrolaranum Drátti sum messudrongur. Síðan var hann við Yvonnu í Vági. Jóan Petur hjá Mouritsi var skipari, og var hetta árini 1953 – 1955.

Kári giftist við Malenu, og búsettust tey í Hvalba. Tey fingu 3 børn.

Fyrst í 60-unum arbeiddi Kári í Føroyingahavnini. Tá hann var heima í vetrarhálvuni, arbeiddi hann á kolinum. Seinnu helvt av 60-unum er hann við norskum trolara. Síðan er hann við Mýlingi, og er hann har, til hann fer við Polarborg, sum kemur til landið fyrst í 70-unum. Mortan Johannesen er skipari og bróður hansara Sonni er stýrimaður.

Tá Hvalbiartrolarin Niels Pauli kemur til landið í 1984, fer Kári at sigla við honum. Har er hann í nøkur ár, til hann gevst at sigla. Síðan fer hann at arbeiða á flakavirkinum í Hvalba.

Kári hevur seinnu árini tikist við seyð og annað fyrifallandi arbeiði.

Tey, ið ynskja at heilsa upp á Kára føðingardagin, eru vælkomin inn á gólvið í heiminum í Hvalba sunnudagin millum kl. 14 og 18.


Róald fekk lærupláss í smiðjuni hjá Palla Mortensen (Argja Palla) í Vági í mars í 1947. Tey fyrstu árini búði hann á Báraldabakka.

Síðan fór hann á maskinskúla, fyrst í Havnini og síðani í Keypmannahavn, og eftir lidna skúlagongd fór hann at sigla við tangabáti hjá A.P.Møller.

Seinast í 50-unum flyta Róald og Ása, sum hann nú var giftur við, til Vágs, har tey hava keypt hús í Toftalíð. Róald og Ása fingu 4 børn.

Róald fer síðan við Vágbingi, sum kom til Vágs í 59 og er hann við har í nøkur ár.

Mitt í 60-unum fer hann at arbeiða sum el-innleggjari og opnar samstundis el-handil í bygninginum hjá Petur Nolsøe. Seinni byggir hann handil upp í húsini í Toftalíð. Tey góvust at handla seinnapartin í 70-unum.

Í 1971 fer Róald við Sólborg hjá Eiler Jacobsen, og er hann við har til í 1974, tá hann legst uppi eina tíð orsakað av, at tey mistu yngstu dóttrina.

Nakað eftir hetta fer Róald aftur at sigla, og var tað við Polarborgunum hjá Jákupi í Lopra. Síðan legst hann uppá land og verður inspektørur fyri trolararnar, sum eru knýttir at Polarfrost.

Í 1983 fær Róald starv hjá SEV á el-verkinum í Vági, og er hann har, til hann vegna aldur leggur frá sær í 2000.

Róald hevur eisini seinnu árini fyngist við seyð og tikist við annað fyrifallandi arbeiði. Eisini er Róald virkin í andaligum arbeiði. Hann er trúfastur í samkomuni Bethel í Vági og er við til andaktir á sambýlinum í Vági og á sjúkrahúsinum og ellisheiminum á Tvøroyri.

Tey, ið ynskja at heilsa upp á Róald føðingardagin, eru vælkomin í Bethel í Vági sunnudagin kl. 18.