Tvíburar 80 ár

2. og 3. desember kunnu tvíburðarnir, Peter Jacob Haraldsen í Miðvági og Hannemia Joensen í Klaksvík, halda 80 ára føðingardag.

Foreldur teirra vóru Karin f. Petersen úr Hesti og Heini Haraldsen í Miðvági.
Petur Jakku hevur alla sína tíð búð í Miðvági, har hann mest hevur fingist við at reka handil, inntil nakað eftir Ólavsøku í ár.
Honum hevur altíð dámt væl at fingist við vøkstur í urtagarðinum og uppi í Høgagerði. Hann hevur gingið nógv úti í náttúruni og fiska síl á Leitisvatni og Fjallavatni.
Hann hevur verðið við til at givið út í bók við ymsum ritum eftir pápa sín, og fyri tveimum árum síðan gav hann út bókling og tekningar um tað, sum hann minnist frá krígnum.
Aðrar bøkur og rit eru eisini prýddar við hansara tekningum. Eitt nú perman á nýggju lestrarbókini hjá Dávidi Johannesen, presti, sum kom út fyri fáum døgum síðani.
Hannemia giftist við Meinhardt Joensen, skómakara í Klaksvík. Fyrst í 60?unum lótu tey upp skógvahandil í Nólsoyar Pálssgøtu. Seinni skiftu tey skógvarnar um við kioskvørur, og høvdu eisini kiosk umborð á Ternuni, eftir at Meinhardt varð givin umborð á Barsskor. Meinhardt andaðist í 1997. Hannemia gavst at handla fyri tveimum árum síðani.
Hannemia og Meinhardt fingu 3 døtur. Karin gift við Peder Haahr, Sigga gift við David Johannesen og Julianna gift við Olivur Thomsen. Hannemia eigur 8 ommubørn og 3 langommubørn.
Barnaheimið hjá Hannemiu og Petur Jakku er við Kirkjar í Miðvági. Har vuksu tey 7 systkini upp, sum komu undan. Tvey systkin vóru aftrat, Jógvan Pauli og Elinborg, men tey doyðu sum børn.
Elsta systirin, Anna, giftist við Sverra Trónd Hansen í Tórshavn. So komu tvíburðarnir Petur Jacob og Hannemia. Torgerð giftist til Klaksvíkar við Óla Joensen, sála, vanliga róptur Óli bóndi. Ketty giftist við Jákup Olsen í Miðvági. Kem býr í Miðvági, og Elinborg giftist við Andreas Berglíð í Sørvági.
Mamma teirra gjørdist sjúk eftir at tvíburðarnir vóru føddir, og var songjarliggjandi í eini 40 ár. Sjúkan lamdi hana og hon fekk ikki tosað. Hetta hevur uttan iva gjørt sítt til, at syskini altíð hava hildið serstakliga væl saman.
Bæði Petur Jakku og Hannemia eru listafólk, og bæði hava tey grønar fingrar, sum tikið verður til.
Petur Jakku hevur - umframt at tekna og skriva - málað mangar málningar - serliga í samband við Vágoynna og kristintrúnna. Eisini hevur hann gjørt mangan figurin.
Hannemia gjørdist ikki virkið listafólk, fyrr enn hon var farin um tey fimti. Men hon er sera fjølbroytt í síni list, og hevur bæði fingist við at málað málningar, málað og brent postalín, glas og brochur, litað toy og turrikløð, gjørt myndir úr fiskabeini og við steinum.
Ólík eru tey tó eisini. Petur Jakkub hevur altíð verðið meira stillur, meðan Hannemia hevur verðið meira lívlig. Men tey hava hildið væl saman.
Føðingardagarnir verða hildnir í barnaheiminum við Kirkjar í Miðvági leygardagin 6.desember.