Tær báðar tvíburasystrarnar, Maria og Kristina, sum millum annað hava prýtt forsíðuna á Ð, verða millum teirra, sum skulu syrgja fyri einum góðum ungdómstúri hjá Norrønu, tá lagt verður frá landi tann 26. juni..
Tær báðar verða sonevndar Tequila Twins á ferðini, har tær kring barrina fara at ganga við sínum skot-bakka. So kanska fleiri av luttakarunum á túrinum nýta høvi til at fáa sær eitt skot ella kanska tvey.
Hartil verður eisini nógv undirhald av ymsum slag á skránni. Salsa-dansur og kick-boxing teljast millum meira óvanligu fyribrigdini, og vyri tónleikinum syrgja Showmenn, David (C21), Páll finnur Páll, 200, Skunk og onnur fyri.