Tvíburarnir Alessia og Livia kanska á lívi kortini

Hóast pápin hevur skrivað, at tvíburar­systrarnar Alessia og Livia »hvíla í friði«, er sveisiska løgreglan ikki sannførd um, at tær eru deyðar. Tí heldur løgreglan fram at leita eftir systrunum

Løgreglan í Sveis hevur ikki mist vónina um at finna tær báðar horvnu tví­burargenturnar Alessiu og Liviu aftur á lívi. Fyrradagin kom løgreglan við teimum rættiliga óvæntaðu boð­un­­um, at kanska vóru gent­ur­nar ongantíð farnar úr Sveis.
Higartil hevur løgreglan hildið seg til eitt bræv, sum pápin at gentunum, Matthias Schepp, skrivaði og koyrdi í postin, áðrenn hann beindi fyri sær við at leypa út fyri eitt tok í Italia tann 5. februar. Í brævinum til mammuna skrivaði hann, at systrarnar "hvíla í friði", og at "tær hava ikki liðið".
Kanningar hjá løgregluni í Sveis, Fraklandi og Italia bendu á, at pápin var farin til Korsika við gentunum, og tá eitt vitni vildi vera við, at pápin var einsamallur, tá hann fór av aftur oynni, fór løgreglan hagar at leita. Í vikuni fór mamman at gentunum, eisini til Korsika.
Men sambært tals­mann­in­um hjá sveisisku løg­regluni, Jean-Christophe Sau­terel, eru allir møgu­leik­ar opnir. Tað, sum stendur í brævinum frá pápanum, kann vera rætt, men ein annar møguleiki er, at gent­urnar ongantíð fóru úr Sveis, segði hann við tíð­inda­fólk mikudagin.
Sveisiska løgreglan er komin eftir, at Matthias Schepp hevði roynt at út­vegað sær upplýsingar um vápn og eiturevni, áðrenn hann fór úr Sveis, og at hann eisini hevði hugt at ferðaætlanum hjá eitt nú onkrum ferjum.