Nevndin fyri barnabókaheiðurslønirnar segði í grundgeving sínari fyri at lata Theodor Hansen heiðursløn, at hann við sínum bókum hevur megnað at fylgt tíðarandanum, sum ger, at børnini halda bøkurnar verða spennandi. Somuleiðis segði nevndin, at hondbókin hjá Theodor um dýr og plantur í Føroyum er ein varði í yrkisbókmentum okkara.
Sonurin tók ímóti
Sjálvur var Theodor Hansen ikki til staðar í Müllers Pakkhúsi, tí at hann er uttanlands. Ìstaðin tók sonur hansara ímóti heiðurslønini vegna faðirin, og hann segði eisini nøkur orð hansara vegna.
Millum annað segði hann, at tað mangan verður tikið til at geva børnum gott í beini, og at hetta kann gerast á nógvar ymiskar mátar.Eitt nú kann tað gerast við bókum, sum bæði menna og stimbra barnasálina, segði hann.
Hin barnabókaheiðurslønin fór til Grafik Studio við Inga Joensen, sum hevur brotið upp úr nýggjum við útgávuni Trøllið hjá pápaleysa, sum er komið út bæði í bók og á fløgu. Við hesum hevur Grafik Studio megnað at brotið upp úr nýggjum, og hevur nýskapað gamalt ævintýr, sum gevur børnunum eina góða uppliving.