Tórður Thomsen og Hallur Hansson eru úttiknir til venjingarleguna á Malaga. Herfyri fekk landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen stóran skaða í dysti fyri eykaliðið hjá Manchester City. Gunnar var í hópinum til venjingarleguna hjá landsliðnum í Malaga, men fær nú ikki luttikið vegna skaðan. Gunnar Nielsen verður ikki tøkur til landsdystirnar í ár.
Brian Ker, landsliðsvenjari, skal tí finna nýggjan málverja. Meinhard Joensen var í upprunaliga hópinum, og nú er Tórður Thomsen eisini úttikin. Tórður Thomsen var eykamálverji á føroyska landsliðnum í fjør. Hann leikti eisini seinastu løtuna í vinardystinum móti Skotlandi í novembur.
Miðvallarleikarin Hallur Hansson er nýggjur á A-landsliðnum. Hóast Hallur einans er 18 ára gamal, hevur hann longu leikt fyri besta liðið hjá Aberdeen FC. Hallur Hansson hevur fingið møguleikan á føroyska A-landsliðnum, eftir at Jann Ingi Petersen gav avboð. Jann Ingi er smáskaddur.
Føroyska landsliðið fer til Danmarkar fríggjadagin. Dagin eftir gongur leiðin til Malaga, har vikulong venjingarlega er á skránni.