Tvær broytingar: Her er føroyska liðið

Jákup Thomsen verður við frá byrjan móti Malta í morgin

Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Malta, sum verður í annaðkvøld. Venjingin gav ábendingar um, at Jákup Thomsen og René Shaki Joensen kom inn, meðan Odmar Færø og Klæmint A. Olsen dett úr uppstillingini.

 

Lars Olsen hevur eisini boðað frá, at hann ætlar at spæla 4-2-3-1, sum mangan blívur til 4-4-1-1. Gunnar Nielsen verður aftur í málinum, meðan Viljormur Davidsen fær afturval á vinstra bakki, eftir at hann bleiv útskiftur í hálvleikinum í 2-0 tapinum fyri Aserbadjan.

 

Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson og Brandur Hendriksson verða á miðjuni, meðan René Shaki Joensen kemur inn á vinstra miðvøllin. Í høgru verður Sølvi Vatnhamar, meðan Jákup Thomsen verður við frá byrjan.

 

- Eg kann bara endurtaka tað, sum eg havi sagt fyrr. René byrjar og vit spæla við fýra í verjuni. Restina kunnu tit gita um, men eg sigi einki fyrr enn spælararnir fáa tað at vita, sigur Lars Olsen.

Vit gita: Føroyar (4-2-3-1)

Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, René Shaki Joensen – Jákup L. Thomsen

FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45.