Tvøráfólk siga nei

Eittans mál var á Skránni á Tvøroyri í kvøld, og tað var spurningurin um limir felagsins vildu hava samanlegging við hini liðini í oynni.

 

Úrslitið man sigast at tala fyri seg, tí tá helmingurin av atkvøðunum vóru taldar var tað greiðar ábendingar fyri, hvat úrslit fór at spyrjast burturúr. Hetta tóktist ikki at broytast, tí tá liðugt var upptalt, sást at av teimum 128 limunum, ið møttir vóru, høvdu 84 atkvøtt NEI og bert 43 JA.

 

Hetta merkir at Tvøráfólk, við dundrandi meiriluta, siga nei til samanlegging.

 

Lóg felagsins sigur annars, at um eitt mál skal koma ígjøgnum, skal fundurin vera viðtøkuførur, t.e. at tað skulu í minsta lagi 18 limir vera møttir, og meirilutin skal vera um 66% at samtaldu atkvøðunum.

 

Formaður felagsins, Jóan Petur Olgarsson, sigur at úrslitið talar fyri seg og tað má man góðtaka. Hann fer í næstum at kalla nevndina til fundar og so má man arbeiða víðari herfrá sigur hann at enda.

Um eina løtu kunnu tit eisini lesa á Portalinum, at bæði í VB í Vági og í Royn í Hvalba, tók fundarfólkið mest sum einmælt undir við samanleggingini