Tvær føroyskar listaframsýningar í Esbjerg

Fýra kvinnur lata upp listaframsýning í Esbjerg pálmasunnudag. Frammanundan hevur Bárður Jákupsson framsýning í býnum Í morgin verður fernisering í húsunum hjá Føroyingafelagnum í Danmarksgade 25 o.g. í Esbjerg, har fýra kvinnur lata upp listaframsýning.

Tær fýra eru Mary Strøm, Elsa Zachariassen og Birgit Kirke, sum eru ættaðar úr Havn, og Susanne Hansen úr Esbjerg. Tær hava verið á fleiri framsýningum áður.

Ferniseringin verður pálmasunnudag frá klokkan 16 til 18, og framsýningin er opin til og við 2. páskadag, allar dagarnar frá kl. 16 til 18.

Frammanundan hevur Bárður Jákupsson listaframsýning í Esbjerg. Framsýningin, sum lat upp tann 29. februar, er í Galleri Slugen í Grundtvigs Allé 42, og hon er opin til tann 11. apríl.