Tveir dystir hava í kvøld verið í donsku superliguni.
Í Aalborg vitjaði FCK, og úrslitið var 1-1, eftir at AaB leingi hevði verið á odda.
Í Odense vitjaði Lyngby, og har var úrslitið eisini 1-1, eftir at Lyngby leingi hevði verið á odda 1-0..
Føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen átti stóran leiklut í AaB miðverjuni, og Súni Olsen var síðstu minuttirnar á AaB miðvøllinum.
Í Odense legði føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst Lyngby á odda, tá ið 10 minuttir vóru farnir. OB javnaði í 70. minutti. Christian Lamhauge Holst var á vøllinum alla tíðina, og hann var sera væl upplagdur.