Ta_ hevur leingi veri_ greitt, at tá i_ Frakland kemur henda vegin mikudagin 8. september, so skal ta_ ganga fyri seg í høvu_ssta_num og á Tórsvølli.
Dysturin ímóti Fraklandi ver_ur tann einasti HM undankappingardysturin á heimavølli í ár. Tríggir útidystir eru á skránni. Tann fyrsti ver_ur leygardagin frammanundan heimadystinum ímóti Fraklandi. Leygardagin 4. september skulu føroyingar til Sveis. Leygardagin 9. oktober skulu Føroyar spæla á Kypros, og mikudagin 13. oktober er Írland í Dublin á skránni.
Í hesum mána_inum er ein vinardystur á skránni. Sambært tí_indabla_num hjá FSF, sum var givi_ út til Ólavsøku, so er ætlanin, at heimadysturin ímóti Malta mikudagin 18. august skal spælast á Svangaskar_i.
Føroyar og Malta hava eina fer_ á_ur dystast á Svangaskar_i. Ta_ var sunnudagin 8. juni í 1997. Tann dysturin var minnisríkur á so mangan hátt. Føroyar vunnu 2?1, og Uni Arge og Todi Jónsson gjørdu málini. Ikki minst Jan C. Dam minnist ivaleyst fyri sjey árum sí_ani, tá i_ hann beinanvegin í 2. hálvleiki sá reytt, tí dómarin metti, at hann á strikuni hev_i bjarga_ vi_ arminum.
Eitt anna_, sum tann dysturin er minnisríkur fyri, er, at ásko_arafjøldin ta fer_ina var so miki_ stór, sum hon hvørki hevur veri_ fyri ella sí_ani. 6.642 ásko_arar vóru eygnavitni. Hetta er framvegis ásko_aramet í Føroyum.
Á Malta hava teir longu sent bo_ eftir 27 spælarum, sum teir vilja hava at vera vi_ í fyrireikingunum til vinardystin í Føroyum og serliga til fyrsta HM undankappingardystin, sum Malta skal spæla á heimavølli ímóti Svøríki 4. september.
Frá 7. og til 15. august skal maltesiska landsli_i_ á venjingarlegu í Sveis. So ta_ kann ikki roknast vi_ ø_rum, enn at maltesararnir vera væl trimma_ir, tá i_ teir koma beinlei_is úr Sveis og henda vegin.
Tveir á hvørjum sta_num
Næsta ár ver_ur í landsli_shøpi størri fer_sla her á landi, enn hon ver_ur í hesum árinum. F_ra HM undankappingardystir á heimavølli eru á skránni, og FSF ætlar, at tveir skulu spælast á Toftum og tveir í høvu_ssta_num.
FSF ætlanirnar eru, at Írland og Ísrael skulu spæla á Tórsvølli, og at Sveis og Kypros skulu spæla á Svangaskar_i.
Sveis skal vitja á Svangaskar_i leygardagin 4. juni, og mikudagin 8. juni fer Írland at spæla á Tórsvølli. Mikudagin 17. august skal Kypros spæla á Toftum, og mikudagin 7. september skal Ísrael spæla í Havnini.
Tann einasta av hesum f_ra fótbóltstjó_unum, sum ikki hevur vitja_ í Føroyum á_ur, er Írland. Kypros, Sveis og Ísrael hava á_ur veri_ í Føroyum. Ísrael og Føroyar spældu 1?1 í venjingardysti í morgin fyri tólv árum sí_ani, Kypros vann 2?0 16. juni í 1992, og Sveis vann 2. juni í 2001 1?0. Hesir tríggir dystirnir vór_u allir spældir á Svangaskar_i.
Landsli_i_ skal komandi ár spæla tveir HM undankappingardystir á útivølli. Tann fyrri ver_ur í Fraklandi leygardagin 3. september, og tann seinni ver_ur á útivølli ímóti Ísrael leygardagin 8. oktober. Um tann dysturin ver_ur í Ísrael ella onkra a_ra sta_ni ver_ur neyvan greitt fyrrenn eina fer_ næsta ár. Fyri Ísrael er ta_ sjálvandi ynskiligt, at ta_ ver_ur spælt á heimavøllinum hjá teimum. Nógvu tey seinastu árini hevur ta_ veri_ solei_is, at FIFA og UEFA orsaka av spentu politisku stø_uni hava flutt dystir úr Ísrael og til a_rar vallir.