Tvær ferðir á rað

StÍF-Kyndil 23-24 (10-16):

Eftir ein sigur í tveir mánaðir, fekk Kyndil sunnudagin næsta sigurin innan tveir dagar, og fluttu seg harvið eitt fet longur úr botninum

 

Hondbóltur ? kvinnur


Eftir skipanini skuldi dysturin millum Kyndil og StÍF ikki leikast fyrr enn komandi vikuskifti. Steypadysturin móti VB hevur tó gjørt eina flyting neyðuga, og tí varð dysturin ístaðin settur at verða sunnudagin.


Hildu fram og steðgaðu

Kyndil kom mest sum beint frá einum stórsigri á VB, og fyrstu løtuna á Strondum hildu tær bara áfram, har sum tær sleptu móti VB.

Heimaliðið fekk mest sum greitt at vita, at nú var leikluturin sum botnlið liðugur, og allan fyrra hálvleik helt Kyndil á við at økja um leiðsluna.

Steðgurin skuldi tó vísa seg at koma væl við hjá heimaliðnum. Frá at vera seks mál aftanfyri, vunnu tær seg nú tvey mál framum, áðrenn Kyndil aftur fekk nakað av glið á sítt spæl.

Geistirnir vunnu seg fram um eina ferð afturat, men trygt var tað ikki. Heimaliðið royndi at svara aftur, og tó at Kyndil bert tveir minuttir undan leikloki var fýra mál frammanfyri, so megnaði heimaliðið nærum at vinna seg aftur. Tað gjørdist tó ikki meira enn næstan, og tó at sigurin var tepur, so merkti hann, at Kyndil fyri fyrstu ferð í ár eru veruliga leysar úr botninum. Tær hava tó tveir dystir meira enn hini liðini í deildini, og tí kunnu antin StÍF ella Sóljan taka seg innaftur, tá júst hesi bæði liðini hittast komandi hósdag.


Dysturin í tølum:

StÍF-Kyndil 23-24 (10-16):

Málskjúttar:

StÍF: Ileana Manolescu 9, Anna Berg Danielsen 4, Alina Olaru 4, Poula D. Olsen 3, Anna Maria Berthelsen 3

Kyndil: Lotte Sørensen 11(7), Annika Ljósstein 3, Ann Hansen 3, Anja Johannesen 3, Ann-Mari Wang 2, Palma Petersen 2

Brotskøst: Kyndil 7

Útvísingar: Kyndil 4

Dómarar úr KÍF: Jákup Dam & Vagnur Johannesen.