John Johannessen
Umframt atkvøðugreiðslu um fyrispuring nummar 100-25/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannesi Eidesgaard, løgtingsmanni viðvíkjandi sokallaðu Demm-skipanini og innkrevjingardeildini hjá Tolli og Skatti, vóru tvær fyrstu viðgerðir á skránni fyri tingfundin hósdagin.
Tær báðar fyrstu viðgerðirnar vóru av tingmáli nummar 53-5/1999, sum er grannskoðan av almennum roknskapum, og var tað í hesum føri talan um roknskapin hjá Postverki Føroya fyri fíggjarárið 1998. Málið varð beint beinleiðis til aðru viðgerð.
Seinna fyrsta viðgerðin var av tingmáli nummar 53-7/1999, sum er grannskoðan av almenna roknskapinum hjá Gunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 1998. Eisini hetta málið varð beint beinleiðis til aðru viðgerð.
Tingfundurin nummar 59 hesa tingsetuna var lokin klokkan hálvgum fimm hósdagin.