B71-VB 1-2 (0-2)
Tá B71 í øðrum umfari var á vitjan í Vági, skilti vágbingar púrt einki, tá sandoyingar fóru avstað við øllum. Í samfullar 90 minuttir høvdu vágbingar tá søkt á sandoyarmálið, men líkamikið hvat og hvussu teir royndu, fekst bólturin ikki í málið.
Um talan var um hevnd ella ikki, skulu vit ikki koma við gitingum um á hesum síðum, men hesu sunnudagin mundu vágbingar neyvan vera ónøgdir um tepra sigurin á Sandi.
Ikki tí, dysturin var á ongan hátt soleiðis skikkaður, at VB málið var kringsett av gulum búnum, men teir á heimaliðnum hildu seg tó hava uppiborið í øllum førum annað stigið.
Dreymamál
Nakað av vindi var eftir vøllinum, og í fyrra hálvleiki vóru tað vágbingarnir, sum høvdu henda í ryggin. Hóast hetta, so eydnaðist tað sum ikki at skapa nakað rættuligt trýst móti sandoyarmálinum, soleiðis sum tað ofta verður, tá veðrið spælir soleiðis inn.
Sum skilst, var spælið á vøllinum eisini ov óskipað til, at talan kundi gerast um nakra greiða yvirvág, men var talan ikki um vakurt spæl, var í øllum førum talan um tvey vøkur mál, sum fullu í fyrra hálvleiki. VB átti bæði, og í báðum førum var tað Tórður Holm, sum átti heiðurin.
Dysturin var ikki meira enn fimm minuttir gamal, tá Tórður slepti fyrru kanónkúluni. Úr góðum 30 metra fjarstøðu langaði hann eitt fríspark upp í málhornið. Waldemar Nowicki í sandoyarmálinum toygdi seg, tað hann var mentur, men einki hjálpti.
Seinna kúluna goymdi Tórður, til fyrri hálvleikur var at kalla liðugt leiktur. Eitt VB álop endaði við, at Jón Pauli Olsen legði bóltin nakað út frá til Tórð, sum frá brotsteigamarkinum langaði bóltin upp í málhornið, uttan at Waldemar hevði nakran sum helst møguleika at verja fyri.
Bæði vórðu skerd
Í seinna hálvleiki vóru tað teir á heimaliðnum, sum høvdu vindin í ryggin, og tað vóru eisini teir, sum høvdu mesta spælið hesi trý korterini.
Tað hjálpti eisini til í so máta, at VB tíðliga í hálvleikinum varð skert niður í 10 leikarar. Hetta hendi, tá Milan Kulic sparkaði eftir bóltinum, eftir at Waldemar hevði fingið fatur á honum. Dómarin var eirindaleysur og gav reyða kortið, og sum skilst á vertunum, var einki at ivast í, at soleiðis átti at vera.
Sandoyingar vórðu tó eisini skerdir av hesum, tí hendingin var somikið ógvusligt, at Waldemar ikki hevði nakran sum helst møguleika at halda á fram at spæla. Tískil varð Bernhard Petersen noyddir at verja málið, tað sum eftir var av dystinum.
Tað varð tó ikki tað stóra, sum Bernhard hevði at gerai nýggja starvi sínum. Meginpartin av tíðini royndu sandoyingar at vinna seg fram á VB, men tað var tó ikki líkt til, at hetta skuldi eydnast.
Nakað av spenningi kom tó í, tá Jógvan Jón Petersen var hægstur, og stútaði horna frá Julian Florescu í kassan, men nærri komu teir gulu ikki.
Nýggjar gaggur
Stóri maðurin í dystinum varð sostatt Tórður Holm, og tað var sjálvsagt ein fegin tvørámaður, sum vit høvdu í telefonini eftir dystin.
Hann dugdi ikki at siga, um hann nakran tíð hevði gjørt tvey slík mál í einum og sama dysti áður, men hann helt tó ikki, at hetta var heilt tilvildarligt. VB hevur júst verið á venjingatlegu í Danmark, og á hesi hevði Tórður ognað sær nýggjar predator-gaggur, so kanska er tað okkurt um tosið, tá tað í lýsingum verður greitt frá, hví Beckham, Zidane og aðrir hava somikið góð skot.
Hóast hann sjálvsagt var fegin um málini hjá sær og sigurin hjá liðnum, so helt Tórður ikki, at teir skuldu vera nøgdir við spælið, sum teir sýndu í dystinum:
- Tað hekk als ikki nóg væl saman hjá okkum, men kanska komst hetta av, at vit vandu rættuliga hart á venjingarleguni, og tískil kanska eru heldur moyrir. Hinvegin tóktist nógva venjingin koma okkum til góðar kropsliga, tá vit í heilan hálvleik máttu spæla 10 móti 11, segði altso tvímálsskjúttan av Tvøroyri, sum tryggjaði VB sigurin.
B71-VB 1-2 (0-2)
0-1: Tórður Holm 6.
0-2: Tórður Holm 45.
1-2: Jógvan Jón Petersen 76.
Dómari: Petur Hansen
B71:
Waldemar Nowicki ? Jón Brekku, Bergleif Sólsker, Jógvan Jón Petersen ? Høgni Hansen, Eli Hentze, Kári Nielsen, Julian Florescu, Kristian Nielsen ? Michael Jørgensen, Alex Nielsen
VB:
Bjarni Johansen ? Predrag Zivkoic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Tórður Holm, Jón Gærdbo, Milan Kulic, Jón Pauli Olsen - Kristof Popzynski, Robert Cieslewicsini var spælið sera óskipað mestsum allan dystin.
KÍ megnaði at pynta um úrslitið í seinasta álopinum í dystinum, og tað var eisini eitt væl gjøgnumspælt mál. Marek rekur fyrst ein HBara av, spælir síðani eitt-tvey við ein av áleyparunum, og frá brotsteigarmarkinum sendir hann eitt flatt skot niður í vinstra horn uttan møguleika hjá Bárði at bjarga. KÍ fekk tó ikki møguleikan at javna, tí HB hevði ikki meira enn givið bóltin upp, tá dómarin bríkslaði dystin av.
HB kom við hesum sigrinum eitt fet nærri meistaraheitinum, sum teir fegnir vilja hava suðuraftur til Havnar. Tað sær ikki mætari út, enn at B36 og KÍ ikki longur eru nøkur hóttan, men at harðastu kappingarneytarnir verða VB og B68. Fá rokna tó við, at hesi liðini kunnu vinna meistaraheitið.
KÍ - HB 1-2 (0-0)
0-1: Andrew av Fløtum
0-2: Jón Rói Jacobsen
1-2: Marek Vierzbicki
Dómari: Niklas á Líðarenda
KÍ:
Zoltan Kujundic - Jan Andreasen, Ove Nysted, Niclas Niclassen - Harley Bartholdsen, Marek Vierzbicki, Jan Joensen, Kristian á Lakjuni, Heðin á Lakjuni - Arnold Joensen, Rógvi Jacobsen
HB: Bárður Johannesen - Johannes Joensen, Florin Mihaescu, Hans á Lag, Janus Joensen - Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Gigi Ciura - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum