Tvørámenn høvdu stinnan skansa

Royndu menninir í aftastu røðini stóðu stinnir, tá ið NSÍ alt seinna umfarið royndi at leggja trýst á, og ikki fyrrenn í evstu løtu eydnaðist tað NSÍ at tryggja sær eitt stig

NSÍ-TB

Tvørámenn fóru úr Runavíkini við einum stigi. Tað vóru teir bæði nøgdir við og ikki nøgdir við. Teir vóru nøgdir, tí vánirnar vóru einki serligar undan dystarbyrjan. Eitt var, at teir sum uppflytarar vórðu roknaðir sum kanónføði. Og meiri týdningarmikið og svárt fyri TB var tað, at teir undan dystinum vóru illa raktir av skaðum, og tað gjørdist ikki betri, sum tíðin gekk.
Í tveimum teimum fyrstu umførunum høvdu Hallur Christiansen og Emmanuel Larby verið teir fremstu. Larby var skaddur undan fráferðini av Tvøroyri. Hallur Christiansen var eisini skaddur, men hann royndi at hita upp, áðrenn tað varð staðfest, at tað ikki bar honum til at spæla. Tað vil við øðrum orðum siga, at Daniel Nyarko og Olivur Abrahamsen vóru nýggir álopsspælarar.
Á miðvøllinum var Alexander Jovevic, sum í fjør spældi við NSÍ, týdningarmikil í 1. hálvleiki. Hann megnaði at halda upp á bóltin, tá ið tað var neyðugt, og hann tordi at royna og harvið at risikera at gera mistøk. Tíðliga í 2. hálvleiki noyddist hann at taka seg aftur. Hóast nýggju menninir gjørdu sítt besta, so sigur tað seg sjálvt, at tað kostaði at missa lyklaspælaran á miðvøllinum.
Út frá lasarettstøðuni er tað einki at siga til, at teir í TB vóru nøgdir. At teir vóru eitt sindur misnøgdir komst av, at teir høvdu hildið tørn um 1-0 leiðslu, inntil tað bara var minni enn ein hálvur minuttir eftir av yvirtíðini. Tá javnaði Andy Olsen, eftir at horna var bent út frá til Christian Høgna Jacobsen, sum spældi til málskjúttan.

Borgin
Tað er stór avbjóðing at vera lásasmiðjur á heimavølli ímóti verju, sum er so stinn og væl skipað, sum tann hjá TB var í 2. hálvleiki. Tað noyddust teir í NSÍ at staðfesta.
Undan steðginum vóru tvørámenn væl vil. Uppløgdu málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir, men Christian Høgni Jacobsen var tætt við, tá ið hann beindi bóltinum í stólpan.
Eftir steðgin vóru teir fýra óføru í TB verjuni ofta í egnum brotsteigi, og miðvøllurin ofraði seg væl, tá ið NSÍ royndi við langskotum. At TB verjan stóð so aftarlaga bar við sær, at møguleikin at leggja inn um verjuna ikki var til staðar. Tí var ofta talan um skrásendingar í brotsteigin, og tað var matur fyri Óla Johannesen og Aca Petrovic.
Í 74. og 76. minutti fekk Predrag Zivkovic gult kort, og tá ið TB var undirmannað síðstu løtuna, gjørdist trýstið uppaftur størri.
Fimm minuttir vóru lagdir afturat, og klokkan vísti 94.40, tá ið Andy Olsen sendi bóltin í málið og harvið javnaði til 1-1.
Tað høvdu teir í Runavík neyvan verið nøgdir við undan dystarbyrjan. Men tá ið teir ikki megnaðu at spæla seg skjótt ígjøgnum tøttu verjuna, og tá tað harvið í 2. hálvleiki, tá ið tíðin bar uppaftur størri mótbrekku við sær, fyri tað mesta var talan um stórt trýst, men bara hálvar møguleikar og minni enn tað, so var tað kanska ikki so galið.