Skiparin á Kambi, Mortan Mortensen, sigur, at toskurin, sum frystilínuskipini fingu á Flemish Kap, var fullur í rognum. Kambur hevði eini 22-23 tons av rognum heim við, sum teir vóna kunnu seljast fyri einar 15 krónur fyri kilo.
- Eg haldi, at vit fingu 15 krónur fyri kilo fyri rognini av Flemish Kap í fjør, og vit vóna, at prísurin ikki verður verri - men kanska heldur betur - í ár, sigur skiparin.
Mortan Mortensen vísir á, at tað sjálvsagt hevur týdning, at eisini rognini koma til høldar.
- Fáa vit 15 krónur fyri kilo, hava rognini, sum vit hava havt heim við, eitt søluvirði á umleið 350.000 krónur, og tað er so sanniliga eisini pengar, sigur hann.
Seks frystilínuskip hava fiskað føroysku toskakvotuna á Flemish Kap í ár.
- Siga vit, at øll seks skipini høvdu á leið tað sama av rognum, sum vit, er talan um eitt samlað veiðivirði á meira enn tvær miljónir krónur - bara í rognum, sigur Mortan Mortensen, skipari á Kambi.
##med2##