Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til tvær vinnu ph.d.-verkætlanir, eina mió. kr. til hvørja verkætlan.
Onnur verkætlanin kallast "Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti á Vágoynni til smolt-aling á landi". Partarnir í verkætlanini eru Malan Ellefsen, jarðfrøðingur, Hiddenfjord og DTU Environment. Eisini verður samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.
Hin verkætlanin kallast "Útvinnan av alduorku við Føroyar". Partarnir í verkætlanini eru Bárður Joensen, sivilverkfrøðingur, LBF og DTU Mechanical Engineering. Eisini verður samstarvað við SEV, Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.
Hetta er fyrsta royndin í Føroyum við oyramerktum stuðli til vinnu ph.d.-verkætlanir. Nógv hevur verið sagt og skrivað um slíka skipan frá almennari síðu, men higartil hevur peningur ikki verið játtaður á fíggjarlógini til endamálið.
Tá nevndin fyri Minningargrunnin fyri Dánjal Niclasen gjørdi av at avtaka grunnin og lata Granskingarráðnum peningin, gjørdi Granskingarnevndin av at royna vinnu ph.d.-skipan í Føroyum við hesum pengum.
Ein vinnu ph.d.-verkætlan er skipað eftir einum føstum leisti, sum er nakað øðrvísi enn ein vanlig akademisk ph.d.-verkætlan. Ein ph.d.-kandidatur verður settur í starv í eini fyritøku og samstundis innskrivaður til ph.d.-lestur á einum universiteti. Harafturat kann talan vera um aðrar partar eisini, t.d. fleiri fyritøkur ella granskingarstovnar.
Tað er fyritøkan, sum fær stuðul til verkætlanina, og sum rindar restina av kostnaðinum av verkætlanini, annaðhvørt sjálv ella í samstarvi við aðrar privatar partar. Tað er í stóran mun fyritøkan, sum avger, hvat verður granskað og hví, og úrslitini skulu oftast brúkast ítøkiliga í hesi fyritøkuni.
Í grannalondum okkara verður nógv orka og fígging nýtt til hetta slagið av verkætlanum. Vinnu ph.d.-skipanin verður sædd sum eitt sterkt amboð at styrkja granskingar- og nýskapanarumhvørvið. Danmark hevur drúgvastu royndirnar heilt frá sjeytiárunum, meðan tey í Noregi hava havt eina líknandi skipan í 10 ár. Í Evropeiska granskingarsamstarvinum er hetta eisini eitt raðfest øki í dag.
Yvirskipaða endamálið við stuðulsskipanini er styrkja granskaratilgongdina í vinnuni, styrkja førleikamenning og granskingarpartin í vinnuni og styrkja samstarvið millum granskingarumhvørvið og vinnuna.
Ítøkiliga er endamálið at geva møguleika fyri verkætlanum, sum kunnu skapa nyttuvirði við at menna ella styrkja tilgongdir (prosessir), virkisbygnað, vørur ella tænastur, sum fyritøkan selur.