Tvær milliónir smolt og ein dreymur

Alivinna. Á Dalásmolt í Norðardali ræður bjartskygni. Laksurin hevur givið smoltstøðini eitt trygt grundarlag at standa á, men føroysku sílini eru ein dýrgripur, sum framtíð er í.

Orð:Dánjal Højgaard

Myndir:Jens Kr. Vang


Tað skvatlar og tutlar í smolthøllini. Guðrun Mortensen og Anna Margretha Petersen ganga kvikliga millum tey grønu alikørini. Tær hava reinsa ristir allan morgun.

Ein dagin í november og desember komu lastbilarnir á smoltstøðina við 350 litrum av gitnum laksaroknum. Um jóltíðir byrjaði so klekingin og nú komið er væl út í januar yðir við larvum og laksamurtum í alikørunum.

Hetta er 2000-árgangurin hjá Dalásmolt. Um gott og væl eitt ár eru teir 350 litrarnir av rognum blivnir til hálva aðru millión vælvaksnar unglaksar, sum tá eru búnir, at seta út í aliringarnar.

Laksurin er viðbrekin og krevur góða røkt og umsorgan hesa fyrstu barna og ungdómstíðina. Kanska er tað tí, at tað eru ikki minni enn trý konufólk, sum ansa rognum, larvum og ungfiski á virkinum.

Guðrun kulsar.

-Tað er so hundakalt, sigur hon, meðan tær súgva nakrar deyðar larvur upp úr einum kari.


Ein av 18


Koyrir tú til Norðradals so langt vestur vegurin røkkur, kemur tú til Dalásmolt.

Dalásmolt er ein av 18 smoltstøðum í Føroyum. Seks fólk arbeiða fast á støðini, sum í ár hevur sett sær sum mál at framleiða gott og væl eina millión laksasmolt til føroysku alivinnuna. Fyri eitt søluvirði upp á einar 10 milliónir krónur.

Bjartskygni, sum ræður í føroysku alivinnuni í hesum tíðum hevur eisini smittað Jens Reinert, stjóra á Dalásmolt.

-Tað hevur ongantíð sæð so ljóst út sum júst nú. Stabilitetur ræður í vinnuni. Tað sær heilt ótrúligt út, sigur hann.


Eingin vistfrøði


Pauli Petersen hevur eftirlit við framleiðsluni á Dalásmolti, og hann er arbeiðsformaður.

Á telduskíggjanum hevur hann eitt fullfíggjað yvirlit yvir hvørt einasta av teimum 150 kørunum á smoltstøðini, har tað ganga gott og væl tvær milliónir smolt. Hann sær hvussu nógvur fiskur gongur í hvørjum einstøkum kari og hvussu nógv hann vigar. Hvussu væl hann tekur føðina til sín, og hvussu fóðurskipanin riggar.

Næstu vikurnar skal unglaksurin vaksinerast, og tá verður brúk fyri eini seks fólkum afturat á Dalásmolt. Tað er trupult at finna álitisfólk til tíðaravmarkað størv av slíkum slagi, sigur Pauli, sum mangan noyðist at dúva uppá arbeiðsleys í ALS til slík fyribilsstørv.

-Tey fáa jú tað sama útgoldið frá landinum, sum at ganga her ein mánað. So tey eru líkaglað. Tað líkist alt meira støðuni í Danmark, sigur Pauli, sum sjálvur hevur verið í Danmark og tikið útbúgving sum marknaðarøkonomur.

Skrivstovan hjá arbeiðsformanninum er í fóðurhúsinum. Og í dag er tað eingin sum fóðrar við hond. Tað orna maskinurnar. Hvønn einasta dag fara eini 300 kilo av norskum Skretting-fóðri niður í fóðursiloirnar. Haðani verður fóðrið við luft sprænt út gjøgnum rør, sum ganga í allar ættir - út í alikørini.

-Hetta er ikki økologiskur fiskur. Men spurningurin er um viðskiftafólkini vildu goldið tann høga prísin, sum tað hevði kostað at framleitt økologist, sigur Pauli við einum brosi. Sum visti hann longu svarið.


Røktin avgerðandi


Millum tey 96 alikørini, sum standa úti í túninum á Dalásmolt, gongur ungi Oddur. Hesi kørini rúma lutvíst 1999-árganginum - t.v.s. fiski, sum er gott og væl ársgamal, og búgvin at seta út í aliringarnar um nakrar mánaðir.

Oddur hevur glúp í aðrari hondini og í hinari hevur hann ein posa við deyðum fiski. Fiskadeyða slept ikki undan á eini smoltstøð og roknað verður við, at okkurt um 10-20 prosent av unglaksinum doyr áðrenn hann sleppur á sjógv.

Sjúka er helst størsta hóttan móti eini smoltstøð. Tí er røktin av smoltinum alfa og omega. Umframt reinføri, rættan hita og iltnøgd í vatninum, so verður unglaksurin annan hvønn dag viðgjørdur við

kloramini, til tess at fyribyrgja svampi.

Samstundis verður allur laksurin vaksineraður móti BKD, Furunkulosu og øðrum herviligum fiskasjúkunum, sum eftir stuttari tíð kunnu sorla framtíðardreymin hjá Jens og teimum.


Góður prísur


Hóast marknaðarprísurin á laksi í dag als ikki kann sammetast við metprísirnar í 80-unum - tá alarar kundu fáa upp í 80 krónur fyri kilo - so eru teir kortini á eini góðari leið, heldur stjórin á Dalásmolti.

-Hann hevur onkuntíð verið heilt uppi í 28 krónum fyri kilo, tá hann er slaktaður. Tað er øgiliga gott. Hann svingar, men liggur tó omanfyri framleiðsluprísin. Tað er týdningarmesta, sigur hann.


Liberalistar


Tað er døgverðatíð og starvsfólkið á Dalásmolti situr í køkinum og fær sær ein breyðbita. Regndroparnir trumma so lystiliga á takið, meðan dagsins mál verða vend. Uppsøgnin av sjúkrahússtjóran birtir í kjak um trygdina hjá almennum stjórum. Tað er klárt, at her í liberalu vinnuni í Norðadali skýnir sólin ikki á teir almennu stjórarnar.

-Eingin hugsar um tað privata. 30 mans verða uppsagdir á Sólborg. Tað tosar eingin um, ljóðar ein av viðmerkingunum, sum fýkur út í sigarettámið í lítla køkinum.


Gulleggini


Umframt laksin hevur Dalásmolt eisini eitt annað týdningarmikið bein at standa á.

Sílini. Sílasmolt.

Jens Reinert greiðir stoltur frá, at Dalásmolt hevur verið við til at ala fram tann dygdargóða serføroyska sílastovnin, sum chilenar nú so fegnir vilja hava klørnar í.

Japanar tykjast at hava fingið eyguni upp fyri sílunum, og møguleikar eru at gera langtíðarsáttmálar við keypararnar. Gongst sum ætlað verður Dalásmolt klárt við 200.000 sílasmoltum til marknaðin í heyst.

-Tað eru bara vit og Vestlax sum hava fingist við sílasmolt. Prísurin hevur verið svingandi, men nú eru útlitini góð aftur, sigur Jens Reinert og greiðir eldhugaður frá øllum fyrimununum, sílini hava framum laksin. Um hvussu nógv skjótari tey veska og hvussu nógv betri tey standa seg móti sjúku og um tann góða prísin.

-Tað er týdningarmikið at hava tvey bein at standa á. Sílini kunnu tryggja okkum eina meira javna framleiðslu, og so hava vit nakað at standa ímóti við, um laksurin skuldi blivið raktur av sjúku, sigur hann.


Andahjálp


Í maskinshúsinum, sum stendur beint við Dalá - sum smoltstøðin er uppkallað eftir - hurra maskinurnar. Á gólvinum liggja amboð og leysur maskinlutir, og mitt í rokanum stendur Øssur Simonsen.

-Hetta er bara vanligt viðlíkahald av luft -kompressaranum. Kompressarin drívir luftina til iltskipanina, og tað er týdningarmikið, at hann virkar, tá summarið kemur. Tess heitari vatnið er tess meira ilt krevur fiskurin.

Sigur bilmekanikarin, sum hevur eina fortíð sum timburmaður, brandmaður og fakfelagsformaður í Havn. Og sum sum nú gert alt fyrifallandi arbeiði á eini smoltstøð.

Maskinhúsið og Dalá eru pulsæðrin og hjartað á Dalásmolt. Støðin brúkar líka nógv av vatnið um sekundið, sum øll Havnin tilsamans, og tí hava teir bygt ein stóran vatnbrunn, at goyma vatnið í.

Tá turkur er ella áirnar klæka má vatnið endurnýtast, og fer tá gjøgnum reinsiskipanina og iltanleggið í maskinhúsinum. Iltanleggið skal tryggja fiskinum neyðugu andahjálpina.

-Toknurnar eru jú lunguni á fiski, og fiskur skal hava nógv ilt, lærir Øssur okkum.


Føroyingar fremstir


Dalásmolt er sloppið undan teimum herviligu fiskasjúkunum, sum hava rakt alivinnuna, og harvið eisini smoltstøðirnar. Ein av orsøkunum kann vera, at støðin liggur so avbyrgd, og at smittuvandin tískil er avmarkaður.

Størsta vandamálið í alivinnuni í dag eru laksasjúkurnar, heldur stjórin í Dalásmolt.

-Fáa vit eina útlendska alisjúku inn á okkum, kann tað gerast vandamikið. Fæst tú við krýatúr mást tú vera fyreikaður uppá at alt kann henda, sigur hann.

Kortini heldur hann, at alivinnan í dag er nógv betri bør fyri at verja seg móti fiskasjúkunum enn hon var fyri 10 árum síðani, tá sjúkunar herjaðu vøtn og firðir í Føroyum.

-Alivinnan er nógv sterkari í dag. Nógvur serkunnleiki er knýttur at vinnuni, sum er vorðin ein veldugur ídnaður. Og vit føroyingar eru í dag millum teir fremstu í alivinnuni.


Niður og upp


Dalásmolt í Norðradali er eitt dømi um hvussu gongdini í føroysku alivinnuni hevur verið tey seinastu 15 árini.


Einaferð kallaðist hon Nýpásmolt.

Jens Reinert og norðradalsmenn bygdu smoltstøðina miðskeiðis í 80-unum, og felagið hevði eisini alistøðir.

Men fyrst í 90-unum fór Nýpásmolt á tvang, samstundis sum ein stórur partur av alivinnuni varð blástur um koll - av sjúku, prísfalli, vantandi stýring og kreppu.

Jens Reinert lat seg kortini ikki sláa út.

Hann keypti støðina aftur frá bankanum, og eigur í dag Dalásmolt saman við Havsbrún í Fuglafirði og Páll Patursson, bónda í Kirkjubø.

Umframt smoltstøðina í Norðradali hevur felagið eisini sjóaling við Gomlurætt. Eitt eigaramynstur, sum tykist at ganga aftur í teirri endurreistu føroysku alivinnuni, har somu felag í mongum førum situ á fleiri framleiðsluliðum í vinnuni.

-Helvtin av øllum smoltstøðum hava verið niðri og vent. Nú er brúk fyri okkum øllum, og kanska nøkrum afturat. Í dag eru tað mangan teir somu sum eiga smoltstøðirnar og alistøðirnar. Tað gevur ein møguleika at stýra framleiðsluni betri, sigur Jens Reinert.