Tvær milliardir fara at búgva í fátækrabýlingum

Kemur ikki broyting í, verður fólkatalið í heimsins ringastu fátækrabýlingum tvífaldað um 30 ár.

Innihaldið í einari nýggjari frágreiðing hjá búsetingarstovninum hjá ST, HABITAT, er skelkandi. Sum er búgva ein triðingur av heimsins býbúgvum í fátækrabýlingum, og tað verður nógv verri enn.

Stjórin í HABITAT, Anna Tibaijuka, sigur við Aftenposten, at gongdin við teimum altsamt veksandi fátækrabýlingunum er einki minni enn ein bumba, sum bíðar eftir at bresta. Hon vísir á, at allastaðni kring heimin flyta fólk uttan av landinum inn í teir stóru býirnar.

-Í 2050 verða umleið níggju milliardir fólk í heiminum, og okkara framrokningar vísa, at av teimum fara seks milliardir at búgva í býunum. Og av teimum seks milliardunum fara umleið 3,5 milliardir at búgva í fátækrabýlingum, sigur Anna Tibaijuka.

Sum er búgva umleið 550 milliónir fólk í fátækrabýlingum í Asia, í Afrika er talið 187 milliónir og í Latínamerika 128 milliónir.

Samstundis fegnast HABITAT um, at royndir at berjast ímóti fátækradøminum hava givið úrslit. Serliga í Eysturasia hava mong fátæk fingið betri umstøður. Fyrimyndin er Kina, har búskaparvøkstur hevur gjørt, at fátækradømið er nógv minkað, sigur ST-stovnurin.

Men stovnurin leggur afturat, at tað er alneyðugt at gera nógv meiri aðrastaðni, og at øll heimsins lond síggja tað sum eina felags skyldu at loysa trupulleikarnar