Tvær stórar kommunur í meginøkinum

Tórshavnar kommuna fer at breiða seg um alla Streymoynna og møguliga part av Eysturoynni við. Restin av Eysturoynni fer síðan at taka seg saman í eina kommunu. Restin av kommununum í Føroyum verða tá við sviðusoð, heldur formaðurin í Føroya Kommunufelag, Jógvan K. Mørkøre

? Tórshavnar Kommuna fer at breiða seg um alla Streymoynna og kanska partvís Eysturoynna við, meðan restin av Eysturoy fer at taka seg saman í eina kommunu.

Hetta eru gitingarnar hjá Jógvani K. Mørkøra, formanni í Føroya Kommunufelag.

Ikki tí. Hetta er ikki tann loysnin, sum Jógvani Mørkøre líkar best, men hetta er tað, hann er bangin fyri, eftir at Tórshavnar kommuna og Kollafjarðar kommuna brádliga løgdu saman.

? Sjálvur havi eg alla tíðina hildið, at vit fóru at hava einar 7 - 10 kommunur, og at fleiri teirra fóru at hava einar 3-4.000 íbúgvar. Men tá Kollafjørður fór til havnar, fer hendan loysnin í øllum førum ikki at bera til.

Jógvan K. Mørkøre væntar nú, at hendan Kollafjarða-effektin fer at breiða seg, og at aðrar kommunur við fara at tekkjast Havnini. Vit hava eisini longu hoyrt graml um, at Kvívíkar kommuna er farin at samráðast við Havnina.

Formaðurin í Kommunufelagnum, sum býr á Eiði, vísir á, at kommunurnar í Sundalagnum samstarva rættuliga fitt í dag. Tí kann hann eisini gita sær til, at kommunurnar í framtíðini fara at vera saman - tá og um kommunusamleggingin er farin fram.

? Hjá okkum á Eiði er tað líka so lætt at fara til Havnar, sum inn á Skálafjørðin ella til Fuglafjarðar. Skulu vit til Havnar, so koyra vit fram við sjónum alla tíðina, og tá virkar tað lættari.

Jógvan K. Mørkøre sigur ikki, at hann heldur bestu loysnina verða, at vit fáa tvær, eftir føroyskum viðurskiftum, risastórar kommunur á meginøkinum, men hann er bangin fyri, at hetta fer at henda - serliga nú Kollafjørður fór upp í Havnar kommunu.

? Heldur tú so, at vit fáa betri og sterkari kommunur, um tær verða so stórar?

? Nei, tað haldi eg ikki - als ikki. Tí tá kunnu vit gloyma alt tos um nærdemokrati. Sum sagt hevði mær dámt best nakrar smærri kommunur, sum tó kundu verið so mikið stórar, at tær kundu stýrt teimum viðurskiftum, sum tær kortini gjalda fyri.

? Verða kommunurnar so stórar, so fer kommunalpolitikkurin ikki at snúgva seg um at veita borgaranum tænastu - men heldur um styrki - um styrki á vinnuøkinum.

Og Jógvan K. Mørkøre sær eisini ein annan stóran vanda í hesi gongd:

? Hvat tá við kommununum í Suðuroy, Sandoy og Norðoyggjum, um hesar báðar kommunurnar verða so sterkar?

Jógvan K. Mørkøre væntar ikki, at tað verður so lætt at leggja kommunurnar saman, tí fleiri av kommunalpolitikarunum ikki duga at síggja nakrar fyrimunur í samanleggingini.

So er bert at vóna, at álitið frá kommununevndini kann sannføra politikararnar og borgararnar annars um, at teirra niðurstøða er besta loysnin.