Tvær stjørnur úr Fame

Felags fyri Dánjal Guðjónson og Edith Dahl Jakobsen er, at tey røkja hvør sín høvuðsleiklut í sangleikinum “Fame”. Edith er 19 ára gomul og er næmingur í Studentaskúlanum í Hoydølum. Dánjal er 17 ára gamal, og ætlar at nema sær kunnleika innan tónleik í framtíðini. Planet hitti tey bæði, beint undan einari sýning. Vit prátaðu um sangleikir, list, dreymar og framtíðina.

Hví við í Fame
Dánjal – eg varð uppringdur, og spurdur um eg hevði hug at vera við í leikinum. Og tað vildi eg sjálvandi, tí tílíkt hevur altíð havt mín áhuga. Eg havi júst verið í eitt ár á einum tónleikaskúla í Danmark, har ið vit m.a. hava arbeitt við songleikum. Og mær dámar væl at arbeiða við hesi sjangruni. Tískil valdi eg at fara til upptøkuroyndina. Og har gekk tað bara væl.

Edith – Eg ivaðist onga løtu, tá ið eg hoyrdi at skúlin fór at seta ein sangleik upp. Hetta er veruliga nakað fyri meg. Mær dámar so væl at syngja og spæla sjónleik, so hetta var bara perfekt fyri meg.

Hvussu er ein upptøkuroynd?
Edith – vit vóru býtt í tríggjar bólkar. Vit vóru umleið 20 í hvørjum bólki. Fyrst skuldu vit inn til Jákup Weihe og Mikkjal Helmsdal, har ið vit skuldu ígjøgnum eina sjónleikararoynd. Har gjørdu vit ymiskar venjingar, sum vístu um sjónleikur lá inni í okkum. Aftaná tað skuldu vit inn til eina dansiroynd sum Jóna Thomsen stóð fyri. Hon hevði gjørt eina koreografi, sum vit øll skuldi læra. Og at enda skuldu vit inn til eina sangroynd sum Sigrid Sivertsen og Hans Oliver Hansen stóðu fyri.

Minnast tit yvirhøvur tíðina, tá ið Fame var í hásætinum í 80´unum?
Edith – Eg minnist, at eg sum barn dámdi at hyggja eftir sjónvarpsrøðini. Man kennir temalagið og teir kendu sangirnar. Men eg haldi ikki at nakar av okkum visti heilt, hvat ið leikurin snúði seg um, tá ið vit fóru undir venjingarnar. Summi vistu slett ikki, hvat ið Fame var fyri nakað.
Dánjal – Jú, eg kendi eitt sindur til tað, tí at eg havi gingið á tónleikaskúla. Seinasta hálva árið gjørdu vit rættiliga nógv við sangleikir, har eg m.a. spældi við einum sangleiki sum eitur “Sidste Chance”. Eisini var eg við til at skriva tónleikin til ein nýggjan sangleik. Tá ið ein arbeiðir við songleikum, lurtar man eisini eitt sindur eftir øðrum songleikum. Soleiðis havi eg hoyrt Fame.
Edith – vit hava vant síðan seinast í august, og tað hevur verið næstan hvønn dag. So tað er onki yvir at dylja, at frítíðin ikki hevur verið tann nógva seinastu mánaðirnir. Og tá ið vit byrjaðu at nærkast frumframførsluni, máttu vit eisini venja í vikuskiftinum. Og nú í tí allarseinastu tíðini uppundir sýningarnar, hava vit vant hvønn dag. Hetta frá morgni til myrkurs.

Og hvussu taka lærararnir móti allari venjingini?
Dánjal – ja, hatta mást tú helst spyrja Edith um, tí, sum sagt, gangi eg ikki í skúla í løtuni. Eg búgvi saman við míni familju í Danmark, og eg havi ætlanir um at fara niður aftur, tá ið leikurin er yvirstaðin.
Edith – Samanumtikið haldi eg, at lærararnir stuðla okkum óført. Onkuntíð hava teir hug at físa, um vit hava vant seint kvøldið fyri, og tískil ikki eru so væl fyrireikað í skúlanum dagin eftir. Men hetta er eitt samtak, sum skúlin sjálvur stendur fyri, og tískil fáa vit nógvan stuðul haðani. Tó haldi eg ikki, at tað gongur so nógv út yvir undirvísingina, tí tað ber til at fáa bæði tingini at ganga upp. Tað er eitt val tú sjálv ger.

Kunnu tit siga okkurt um tykkara leiklutir – kenna tit tykkum sjálvi aftur í teimum?
Dánjal – Eg spæli Bartal Mohr í leikinum. Hann er ein harður drongur við sera nógvum sjálvsálitið. Hann er sera stinnur í dansi. Men har haltar við tí bókliga. Og hann stríðist fyri at røkja hesar báðar síður av skúlanum. Hann er orðblindur, og má tískil arbeiða serliga hart við tí bókliga. Ofta hevur hann trupulleikar við at passa inn í teir heldur stirvni karmarnar í skúlanum. Eitt nú ganga lærararnir í skúlanum høgt uppí, at næmingarnir skulu duga at dansa klassiska ballett. Men Bartal tímir betur at skapa sín egna nútímans dans. Vit kunnu siga, at Bartal Mohr er ein, ið svimur ímóti streyminum.
Míni foreldur søgdu aftaná tey høvdu sæð leikin, at tey kendu okkurt aftur í mínum leikluti. Tey halda, at eg, eins og Bartal, ofta havi hug at trætast við lærarar og tílíkt. Men eg veit ikki um tað er so.
Edith – Eg spæli leiklutin hjá Carmen Diaz. Hon er øðiliga ágrýtin og sjálvsikkur. Hon veit, at hon er dugnalig. Men hennara trupulleiki er, at hon ikki metir, seg hava tørv á skúlanum og undirvísingini. Hon vil allarhelst leypa tann partin um, og leypa beinleiðis í stjørnudreymarnar. Og endin er, at hon rýmir úr skúlanum og fer til New York. Meir vil eg ikki avdúka.
Eg haldi, at bæði leiklutirnir hjá mær og Dánjali dáma væl at syngja, dansa og spæla sjónleik. Og hetta er nakað, sum vit kenna aftur í okkum sjálvum.

Hvussu er tað at skula ímynda sær, at leikurin gongur fyri seg í 80´unum?
Edith - Tað hava vit ikki merkt so nógv til. Tað er ikki fyrr vit sóu búnarnar, at tað ordiliga gekk upp fyri okkum, at vit skulu ímynda okkum, at vit ferðast miðskeiðis í 80´unum. Og tað er næstan bara búnarnir sum vísa, at hetta fyrigongur í 80´unum. Sjálv søgan er so mikið breið og vanlig, at hon kundi fari fram í einhvørjum tíðarskeið. Søgan hevur eitthvørt universelt yvir sær, at hon eisini kann fyriganga allastaðni. Um tað er í Føroyum, Amerika ella Kina – tað er líka mikið.

Fríggjakvøldið hevði leikurin frumframførslu – hvussu høvdu tit áðrenn og aftaná?
Dánjal – Eg hevði nervar í vikuni uppundir frumframførsluna. Tá hugsaði eg bara um at gera mítt ítasta, soleiðis at alt skuldi ganga væl. Og tað heila var fantastiskt. Alt riggaði ordiliga væl, og hýrurin var framúr góður. Men nú er alt eitt sindur meiri róligt. Tað var sera stuttligt tá, men tað er ikki líka stuttligt nú. Eg fái ikki eitt líka stórt “kick”, tá ið teppið verður drigið frá nú, sum eg fekk til frumframførsluna.
Edith – eg var rættiliga nervøs áðrenn frumframførsluna. Men tað vóru positivir nervar sum gera, at ein kann geva eitt sindur eyka. Kvøldið fyri frumframførsluna høvdu vit undanfrumframførslu, og tá sótu næmingar og vinir í salinum. Og vit vistu, at teimum fóru at dáma leikin. Tískil var eg meiri bangin fyri frumframførsluni, tí tá veit man, at har sita stuðlar, blaðfólk og onnur í salinum. Tað var tá, at vit veruliga fingu at vita, hvussu hetta fór at spæla av.
Men aftaná var tað heila bara heilt fantastiskt. Alt gekk sum tað skuldi ganga, og fólk vóru sera glað fyri leikin.
Dánjal – ja, vit hoyrdu eisini frá fólkið sum hava sæð Fame í London. Og hesi mettu, at okkara framførsla var nógv betur. Tá gjørdist eg ordiliga glaður.

Hvat fáa tit burturúr við at luttaka í einum so stórum leiki?
Edith – vit arbeiða dagliga við topp-professionellum fólki. Og tað er ógviliga læruríkt. Og tað er ongin loyna, at vit øll hava ment okkum ótrúliga nógv innan sjónleik, dans og sang. Tú merkir, at tú veruliga fært nakað burturúr.
Dánjal – ja, eg havi fingið heilt nógv burturúr. Eitt nú havi eg fingið nógvan íblástur frá Jákupi Weihe. Hann er serstakliga dugnaligur leikstjóri, má eg siga. Hann dugir sera væl at vísa á alternativar møguleikar at framføra sín leiklut. Hetta ger, at man sjálvur blívur nógv meir motiveraðir.
Edith – ja, fólkið rundan um leikin eru sera dugnalig. Tey kunnu verða strong til tíðir, men tað er alt á ein positivan hátt.

Kann Fame nýtast sum ein lopfjøl fyri tykkum?
Edith – avgjørt. Vit fáa innlit í hvussu tann listarligi heimurin er skrúvaður saman, og hetta ger, at ein brennur uppaftur meir fyri listini. Tað er eisini stuttligt, at fólk steðga tær í SMS, tí tey hava sæð leikin, ella hava sæð teg í bløðunum.
Dánjal – jú, vit fáa royndir av hesum, og royndir koma altíð væl við. Eg havi altíð droymt um at gerast tónleikari, og hesum strembi eg enn eftir. Eg spældi einaferð klaver í sjónvarpinum, tá eg var lítil. Nú vóni eg, at fólk fara at gloyma tað, og minnast á mína framførslu í Fame í staðin, sigur Dánjal við einum smíli.
Edith – eg vóni at eg onkuntíð aftur sleppi at royna meg í einum sangleiki. Skeyk, Godspell, Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið vóru allir sera væleydnaðir leikir. Og alt bendir á, at Fame-leikurin verður eins væleydnaður. Eg vóni at Studentaskúlin heldur áfram við at seta leikir upp, tí hetta er nakað sum øll kunnu gleðast um, sigur Edith at enda.