Tvær upplivingar vóru serliga sterkar

- Vit mugu gerast betri til at samskifta, samspæla og skilja hvønn annan og ikki byggja múrar og fordøma, sigur Sunleif Rasmussen, tónaskald.

Sunleif Rasmussen, tónaskald, fer at halda nýggjár heima á Sandi. Tað gjørdi hann eisini í fjør, og saman við unnustuni og svágrinum luttóku tey í almenna tiltakinum í bygdini, har gingið varð við faklum úr Støðni og norður á Høgnamørk, har bál varð tendrað. Hetta var sera hugnaligt, og tað verður helst tað sama í ár.

 

- Jú, eg keypi fýrverk. Royni so vítt møguligt at føða innara drongin, sum er drívmegin í skapandi virkseminum, og fýrverk gamlaárskvøld er serstakt í so máta, sigur tónaskaldið.

 

Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?

 

Tað hava verið nógvar góðar upplivingar í 2018. Eg var sera fegin um at vera viðvirkandi til, at Føroyar - sum triðja landið í heiminum - fekk fría atgongd fyri allar borgarar til tónleikaspælið “Meludia”. Eisini var eg fegin um fløginnspæling og portrettkonsert við mínum góðu vinum úr Aldubáruni. Fløgan kemur út tíðliga í heyst.

 

Tað eru tó serliga tvær upplivingar í árinum, sum standa sterkt í minninum hjá Sunleifi Rasmussen.

 

- Ein var, tá eg bleiv abbi á øðrum sinni! Hesaferð at einari vælskaptari gentu. At blíva abbi er ein ómetaliga góð og gevandi lívsstøða at koma í, og eri eg sera takksamur fyri at hava fingið hendan møguleikan í lívinum.

 

Og tónaskaldið heldur fram:

 

- Hin upplivingin var, tá unnustan Michala Petri hevði 60 ára føðingardagskonsert í konserthøllini í Tivoli í Keypmannahavn. Til hetta høvið hevði eg fingið bílegging frá Edition Borup-Jørgensen at skriva eitt verk fyri 100 blokkfloytur við solorødd til Michalu at spæla. Fyrst var framførslan -  í bakandi sól - á "Plenuni" í Tivoli, og síðan spældi hesin skarin av professionellum starvsfelagum hjá Michalu saman við góðum amatørum inni í høllini. Hjartanemandi at uppliva, at tey, ið liva av at spæla á blokkfloytu og tey, ið elska at spæla í frítíðini, komu saman um hetta tiltakið - at heiðra Michalu og framføra verkið, spælandi ymsastaðni kring í einum fulsettari konserthøll í Tivoli og við føðingardagsbarninum á pallinum.


Og hvat var tað keðiligasta í 2018?

 

Eg eri ógvuliga jaligur av lyndi, so um tað hevur verið okkurt lítið nos, er tað farið afturum. Eg royni altíð at líva um tað góða í lívinum og lati tað ringa fara sum skjótast, sigur Sunleif Rasmussen.

 

Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?

 

Tað vanliga. At vera væl fyri. At blíva eitt betri menniskja og at gerast eitt betri tónaskald :)

 

Tónaskaldið vísir á, at annars verður nógv á skránni í komandi ári. Frumframførsla í Barbican Centre verður í London 17. januar, og fleiri aðrar frumframførslur, framførslur og festivalar verða í 2019.

 

- At enda ynski eg so inniliga - og tað er meira neyðugt nú enn nakrantíð - at vit menniskju gerast betri at samskifta, samspæla og skilja hvønn annan og ikki byggja múrar og fordøma. Hetta er neyðugt, bæði á mikro og makrostøði, og vil eg royna - eftir besta førimuni - at geva mítt íkast til, at so verður.

 

Gott nýggjár!