Tvørafólk mugu brynja seg til verri tíðir.
Tað er greitt eftir at Tvøroyrar Býráð samtykti fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Og ásannast má, at fíggjarlógin mest av øllum líkist einum blóðreyðum ávaringarskelti um at tað nú av álvara er farið at trongjast saman um hjá kommununi.
- Nýggjastu metingarnar vísa, at tilsamans verða inntøkurnar hjá kommununi seks milliónir minni næsta ár, enn tær verða í ár.
Í ár verða inntøkurnar hjá Tvøroyrar Kommunu og Tvøroyrar Havn tilsamans 53 milliónir, men næsta ár, verða tær ikki meiri enn 47 milliónir, vísa nýggjastu tølini.
Tað er ein afturgongd upp á 11,3%.
Av hesum verða inntøkurnar hjá kommununi fimm milliónir minni næsta ár enn tær eru í ár, men hjá Tvøroyrar Havn, sum hevur havt eina inntøku upp á eina millión, eru inntøkurnar at kalla burtur.
Alt hetta merkir, at býráðið hevur leitað við lummalykt og sjóneyku eftir møguleikum at spara og í hesum sambandi hava allir stovnar undir kommununi fingið boð um at spara 5% á teirra fíggjarætlan.
Samstundis er at kalla onki oyra sett av til nýíløgur.
- Inntøkurnar, vit fáa næsta ár, røkka so dánt til at sjálvan raksturin, varð ført fram á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
- Undir vanligum umstøðum høvdu inntøkurnar næsta ár hækkað nøkur prosent, so at kommunan hevði havt einar 8-10 milliónir til íløgur og tað hevði givið eina heilt aðra gongd í kommununi, men sum støðan er nú, er ikki hugsingur um at gera nakrar íløgur.
Ongar uppsagnir
Hinvegin gjørdi býráðið púra greitt, at tey hava lagt sera stóran dent á at varðveita tað virksemi sum er, fyri at sleppa undan at siga fólki upp.
- Tað hevur stóran týdning at sleppa undan at siga starvsfólki hjá kommununi upp, tí missa fólk starvið, er stórur vandi fyri, at tey flyta av oynni og ikki koma aftur, tí nú á døgum er altso ikki bara at ragga sær yvir um vegin eftir einum øðrum starvi.
- Tí er ikki ráðiligt at seta størri sparingar í verk við teirri avleiðing, at fólk skulu sigast úr starvi, siga tey í býtáðnum.
Tað er somuleiðis greitt, at skattaprosent og barnafrádráttur verður ikki broytt og sostatt er kommunuskatturin næsta ár framvgis 23,5% og tað varð mett at vera ríkiliga høgt.
Barnafrádrátturin næsta ár verður 5000 krónur og tað sama upphædd sum í ár.
Býráðslimirniur gjørdu tó eisini greitt, at vísir tað seg tíðliga í næsta ári, at inntøkurnar verða hægri enn mett, eru teir sinnaðir at endurskoða fíggjarætlanina, so at tað kanska verður rúmd fyri at gera onkrar íløgur eisini.