Tvørafólk hava nú fingið eina betri jólagávu frá býráðnum, enn tey hava fingið leingi.
Tí nú hevur býráðið nevniliga samtykt at lækka kommunuskattin komandi ár, samstundis, sum barnafrádrátturin verður hækkaður.
Býráðið hevði fund mánakvøldið, har ið fíggjarætlanin fyri komandi ár var til viðgerðar.
Fíggjarætlanin verður nú send landsstýrinum til góðkenningar.
Býráðið ásannar, at fíggjarliga støðan hjá kommununi er enn sera trupul.
Men kortini heldur býráðið, at tað hevur verið so frægt av framburði- og útlitini fyri framtíðini eru so mikið fræg, at tað ber til at lætta byrðararnar hjá tvørafólki eitt lítið sindur.
Øll kreppuárini hevur skattaprosentið á Tvøroyri hevur verið 23%, sum er tað hægtst loyvda.
Men nú hevur býráðið samtykt at lækka tað niður í 22,5% komandi ár.
Barnarádrátturin hevur heldur ikki verið høgur, 2.500 krónur um árið.
Men nú ætlar býráðið at hækka hann upp í 2.750 krónur næsta ár.
Ein ábending til borgaran
Býráðslimir ásannaðu, at hetta var ikki tann heilt stóri batin.
Men kortini varð býráðið samt um, at tað hevði stóran týdning at taka hetta stigið fyri at geva borgarunum eitt sjónligt tekin um, at tað, hóast alt, er farið at ganga betri aftur og at glottar eru at hóma fyri framman.
Hin møguleikin er at varðveita skattaprosentið óbroytt og so standa og hyggja at ímeðan fráflytingin heldur fram.
Og fráflytingin hevur verið stór á Tvøroyri, tí nú búgva ikki meiri enn 1784 fólk í kommununi. Tað eru heili 390 fólk færri enn í 1987.
Og tey turru tølini vísa eisini, at framburður er á Tvøroyri.
Tí næsta ár verður mett, at skattainntøkan hjá kommununi verður 38,9 milliónir, afturímóti 36 milliónum í ár.
Og hetta fekk býráðsformannin heldur turrisliga at taka til, at summi søgdu, at um skatturin lækkar, førir tað til, at meiri kemur inn í skatti.
? Men støðan á Tvøryri vísir, at minkar tú fólkatalið, so kemur eisini meiri inn í skatti!!....
Annars ætlar kommunan at brúka 4,1 millión til vegirnar komandi ár, í ár vórðu brúktar 3,5 milliónir. Býráðið ætlar sær undir asfalteringar, breiðkingar, og sum nakað nýtt, hevur býráðið eisini sett pening av til kavarudding og vegaskelti.Játtanin til vatnverkið er hækkað eina millión, upp í 2,3 milliónir í sambandi við vatnútbygging Inni á Rananum.
Skúla- og mentamál fáa 6 milliónir næsta ár, afturímóti 5,2 milliónum í ár.
Eitt nú er ætlanin at gera fleiri heilt neyðugar ábøtur á skúlan úti á Tvøroyri, umframt at tað er neyðugt at leggja meiri inn til kirkjugarð.
Somuleiðis er ætlanin at hækka játtanina til almanna- og heilsumál 400.000 krónur, úr 5,4 milliónum í ár, upp í 5,8 milliónir komandi ár
Í fíggjarætlanini hevur býráðið lagt upp fyri, at barnaansingin skal leggjast út til kommunurnar at umsita, men at landið afturfyri átekur sær partin hjá kommununum av eldraøkinum.
Og tað førir við sær, at útreiðslan hjá kommununi til barnaansing lækkar úr 4,1 milliónum, niður í 3,7.
Somuleiðis hevur kommunan lagt upp fyri, at ætlanin er at sanera skuldina hjá teimum ringast staddu kommununum.
Fíggjarætlanini hjá kommununi javnvigar sostatt við góðum 36,3 milliónum, sum er tað, ið kommunan hevur til taks, til rakstur, rentur og avdrátt, tá ið barnafrádrátturin, FAS o.a., er drigið frá.
Raksturin komandi ár fer at kosta slakar 24,9 milliónir.
Sostatt verða útvið 11,5 milliónir eftir til rentur og avdráttir, og tað skuldi verið tað, sum kommunan skal betala komandi ár.
Tí aftaná saneringina verður roknað við at kommunan situr eftir við eini skuld uppá 115 milliónir
Í løtuni er skuldin um 140 milliónir.
Fara at lækka skattin enn meiri
Eftir, hvat skilst á býráðnum, er skattalækkingin komandi ár bara fyrsta stigið á leiðini fram ímóti at fáa skattligu viðurskiftini á Tvøroyri í rættlag.
Tí býráðsformaðurin upplýsir, at í 2001 verður skatturin lækkaður enn meir. Tá skal skattaprosentið niður ímóti 21%, sigur hann. Býráðið heldur, at hetta heilt einfalt er ein spurningur um at forða fyri enn meiri umfatandi fráflyting.