Fótbóltur
Tað hevur gingið illa hjá TB seinastu umførini. Liðið lá undan vikuskiftinum á niðasta plássið eitt stig aftanfyri Skála. Og mótstøðuliðið á Sevmýru sunnudagin var NSÍ, so tað fór neyvan at verða lætt. NSÍ hevur framvegis meistaraheitið at berjast fyri, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst. Og tað bleiv eisini ein undirhaldandi dystur við nógvum málum. Fyrsta korterið gekk javnt á og lítil og ongin munur var at hóma.
Gjørdu skjótt av
Men so gjørdi runavíkingar eitt veruligt hál, tá teir skoraði trý mál uppá 5 minuttir. Fyrst var tað Jónstein Petersen sum spældi Óla Hansen púra frían so hesin hevði lætt við at seta bóltin í mál.
Tað bleiv 2-0 tá Sjúrður Jacobsen spældi ein langan bólt inn um verjuna hjá TB, og har var Sonni L. Petersen og skeyt bóltin framvið Lars Muller í TB-málinum.
Tá so Gert Langgaard skoraði til 3-0 eftir eitt innlegg, trúðu flest øll at tað fór at verða talan um eitt veruligt skrædl. Men tað kom stígur í eftir hetta og sjálvt um onkrar royndir vóru móti báðum málum, kom onki mál aftur fyrr enn 5 minuttir restaðu av fyrra hálvleiki. Aftur var tað NSÍ sum fekk mál. Ian Højgaard spældi við einari góðari avlevering Jónstein Petersen frían, sum rak framvið Lars í málinum og so var 4-0.
Hetta líktist einari avgerð, men TB svaraði aftur beint fyri hálvleik. Dan Mortensen sendi ein bólt inn í brotsteigin hjá NSÍ, verjan fekk ikki bóltin burtur og so kundi Vladimir Matijivic við einum góðum skoti minkað um munin til 1-4.
TB fekk vónina aftur
NSÍ hevði verið betra liðið í fyrra hálvleiki og trygga leiðslan gjørdi, at onki sá út hjá TB tá seinni hálvleikur skuldi byrjað. Men tvøramenn komu út við einum veruligum stríðsanda til seinna hálvleik. Teir royndu at flyta spælið fram á vøllin, og sjálvt um teir ikki fingu nakað burturúr fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, mistu teir ikki mótið og hildu fram við framsøkjandi spæli. Og endin var at royndirnar frá TB góvu úrslit, tá okkurt um 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Kaj Roest gjørdist leysur móti málinum og tá Jens Martin Knudsen kom út í móti honum, sendi hann bóltin framvið Jens Martin og í mál.
Nú kom rættuligt lív í dystin og væl hjálptir av áskoðarunum, royndi heimaliðið at leggja eitt síðsta trýst á NSÍ. Og tað eydnaðist eisini og næstu løtuna sat TB á dystinum. Dan Mortensen fekk møguleikan at minkað enn meiri um munin, men hann rakti ikki málið tá hann kom at standa væl fyri.
Men sum so ofta hendir í slíkum støðum, so fer hitt liðið í mótálop. Tá eitt korter var eftir fór tann síðsta luftin úr tvøramonnum tá NSÍ fekk sítt fimta mál. Verjan hjá TB fekk ikki sparka bóltin vekk, ein runavíkingur kom í millum og endin var, at Jónstein Petersen kundi skjóta bóltin í mál til endaliga úrslitið 5-2 til NSÍ.
Við sigrinum varðveitti NSÍ støðu sína í oddinum.Næsti dystur hjá NSÍ er móti B68 í Runavík. TB skal næsta vikuskiftið til Skála og verður hetta er ein rættuliga avgerandi dystur.
Dysturin í tølum:
TB-NSÍ 2-5(1-4)
0-1: Óli Hansen 17
0-2: Sonni L. Petersen 19
0-3: Gert Langgaard 20
0-4: Jónstein Petersen 37
1-4: Vladimir Matijevic 45
2-4: Kaj Roest 63
2-5: Jónstein Petersen 73
Dómari: Petur Skarðenni
TB: Lars Müller - Óli Johannesen, Nebosja Urtajl, Vladimir Matijivic, Einar Petersen, Olivur Abrahamsen, Dan Mortensen, Bárður Dimon, Jón Johannesen, Kaj Roest, Allan Michelsen
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Arnfinn Langgard, Djóni N. Joensen, Ian Højgaard, Gert Langgaard, Jónstein Petersen, Sonni L. Petersen, Óli HJansen, Pól Thorsteinsson, Brynjolvur Nielsen, Sjúrður Jacobsen