Tvøroyrar Býráð: Ferðin hjá bilunum má setast niður

Tvøroyrar Býráð fer nú at heita á Landsverkfrøðingin um at seta hámarksferðina niður hjá lastbilum, sum koyra grot til samferðsluhavnina í Trongisvági

Ferðslutrygd

Tvøroyri: Tvøroyrar Býráð vil nú hava Landsverkfrøðingin at banna lastbilunum, sum koyra grót til samferðsluhavnina á Drelnesi, at koyra meiri enn 30 kilometrar um tíman.
Á býráðsfundi mánadagin viðgjørdi býráðið brævið frá skúlastjóranum, har hann gjørdi vart við, at hann stúrdi fyri trygdini hjá skúlabørnunum.
Sum vit greiða frá í grein aðrastaðni í blaðnum í dag, metir skúlastjórin, at skúlavegurin hjá børnunum rætt og slætt er lívshættisligur, síðani koyringin við grótið til samferðsluhavnina, byrjaði.
Og býráðslimir vóru ikki ósamdir við skúlastjóran.
Eitt nú hevði Heri Mortensen lagt til merkis, at bilarnir vóru oftani illa lastaðir við tað, at nógv grót var í øðrum borðinum og lítið og onki í hinum borðinum og tað var ein orsøk til, at grót datt úr lastini og á vegin.
Men tað er ikki bara skúlastjórin á Tvøroyri, sum stúrir fyri trygdini.
Fólk, sum búgva á strekkinum og sum dagliga ferðast har, siga, at tað er javnan at lastbilar missa grót úr lastini og á vegin og eisini tey stúra fyri trygdini.
Eitt, sum tey fýlast á, er, at lastbilarnir ongar baklúkur hava og tí rulla steinar oftani afturav lastini og á vegin.

Ferðin skal niður
Á fundinum mánakvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð einmælt at heita á Landsverkfrøðingin um at seta skelti upp sum bannaði lastbilunum at koyra meiri enn 30 kilometrar um tíman.
Samstundis samtykti býráðið eisini at gera Løgregluna varuga við málið.
Borgarstjórin, Kristin Michelsen var burtustaddur í ørindum mánadagin , so hann var ikki á býráðsfundinum.
Men hann metir málið í stórum álvara.
Hann sigur, at tað er ofta komið fyri, at stórir steinar eru dotnir av lastbilum og eru enntá komnir á hús, sum standa framvið vegnum.
Og hann leggur afturat, at tað eru ikki bara skúlabørnini at hugsa um.
Ítróttarhøllin er bygt saman við skúlanum og tað ger akkurát hetta økið til størsta frítíðardepilin í kommununi, har ein ørgrynna av børnum og vaksnum ferðast hvønn einasta dag til ítróttarvenjingar og dystir og onnur ítriv.