Tvøroyrar býráð hevur nú samtykt at herða kósina ímóti teimum, sum skylda kommununi pengar.
Býráðið ásannar, at hesi viðurskifti hava ikki verið nóg væl skipað, tí samstundis sum nógv røkja sínar skyldur, eru tað eisini mong, sum ikki gera tað, uttan at tað hevur fingi nakrar serligar avleiðingar.
Tað kemur eisini fyri, at vinnulív og prívat gera gjaldsavtalur við kommununa um falna skuld, men tá ið henda avtala so ikki verður hildin, hendir onki meir.
Hetta halda býráðslimir eru bæði órættvíst og kappingaravlagandi ímóti teimum, sum halda sínar skyldur.
Tí verður tað hereftir so, at táið fallin skuld ikki er goldin, verða rykkjarar sendir, men verður skuldin eldri enn tríggjar mánaðir, verða allar kommunalar tænastur annars tiknar burtur frá tí, sum skyldar, tað kann vera streymur til bátspláss, bingjur og allar aðrar tænastur, sum gjaldast skal fyri.
Áður er tann regla sett í gildi, at foreldur, sum skylda meiri enn tríggjar mánaðir í dagrøkt, missa dagrøktarplássini.
Býráðslimir siga at verður skipanin herd, forðar hetta eisini virkjum og privatum at draga eina alt ov stóra skuld upp á seg.
Á myndini eru tað, frá vinstru, Jens Johannesen, Pauli Einarsson og Malla Dam, býráðslimir á Tvøroyri.