Tvøroyrar kommuna smekkar lokið á kassan

Higartil hevur kommunan goldið ein part av húsaleiguni hjá næmingunum á Almanna- og heilsuskúlanum, men nú er liðugt við tí

Næmingabústaðir

Nú tímir Tvøroyrar kommuna ikki meir!
Í eina tíð hevur kommunan betalt ein part av húsaleiguni hjá næmingunum, sum ganga á almanna- og heilsuskúlan á Tvøroyri.
Uttanbíggja næmingar á skúlanum, hava betalt eina ávísa upphædd fyri bústað. Hendan upphæddin hevur oftani verið minni enn tað, sum húseigarin, hevur kravt í leigu.
Sostatt hevur kommunan betalt munin í millum tað, sum næmingurin hevur betalt í leigu og so tað, sum húseigarin hevur kravt í leigu.
Kommunan metti hesa útreiðsluna til einar 50.000 ? 60.000 krónur um árið. Kortini vísa veruligu útreiðslurnar seg at verað eitt sindur minni enn tað.
Men minni útreiðslur ella ikki: Nú vil kommunan ikki betala meiri.
Á seinasta býráðsfundi samtykti býráðið at steðga hesum studninginum til næmingarnar á skúlanum.
Tað fráboðanina fær Mentamálaráðið so frá kommununi nú.

Hava víst góðan vilja
Kommunan hevur ikki havt skyldu at veita næmingunum hendan studningin, men hetta var eitt tiltak, sum kommunan setti í verk av sínum eintingum, fyri at vísa sín góða vilja mótvegis skúlanum og fyri at vísa áhuga fyri at fáa ein veruligan skúla bygdan á Tvøroyri.
Hetta eru ikki einastu útreiðslur, kommunan hevur havt av skúlanum. Eitt nú hevur kommunan brúkt stórar upphæddir uppá at útvega skúlanum høli og at innrætta tey, eins og skúlin eisini sleppur at brúka høli frá kommunuskúlanum á Tvøroyri, hóast fólkaskúlin hevur tørv á hølunum sjálvur.
Men býráðið hevur ongantíð fjalt, at orsøkin til, at kommunan tók hesa sjálvbodnu ábyrgdina á seg, var fyri at vísa áhuga fyri at fáa gongd á skúlan og fyri at varðveita hann á Tvøroyri.
Og býráðið hevur heldur ikki fjalt, at hetta var bara at meta sum fyribils hjálp til skúlan, til landsstýrið útvegaði skúlanum hóskandi høli og næmingunum hóskandi bústaðir.
? Einasta orsøkin til, at vit hava stuðla skúlanum so væl, er, at vísa, hvussu høgt, vit raðfesta, at skúlin verður verandi á Tvøroyri, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Men hann sigur, at í landsstýrinum vísir tað seg sum at als onki hendur viðvíkjandi skúlanum.
? Tí fer kommunan eisini at traðka á bremsuna, sigur hann.
? Tað er eisini eitt mark fyri vælvildini hjá býráðnum og tað er ikki kommunan, sum hevur biðið um at fáa skúlan á Tvøroyri.

Eitt sindur bjartskygd
Kortini er kommunan eitt sindur bjartskygd um, at okkurt fer at henda.
? Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur verið á Tvøroyri og hugt eftir umstøðunum. Hann hevur eisini boðað frá, at hann vil hava hølistrupulleikarnar hjá skúlanum loystar.
Kortini hevur Tvøroyrar Kommuna fingið at vita frá landsstýrismanninum, at í løtuni eru ikki útlit fyri, at nýggjur skúli verður bygdur.
Men í løtuni húsast skúlin í fleiri hølum og tað er rættiliga óliviligt hjá teimum. Samstundis eru tey eini húsini, sum skúlin brúkar, lýst til sølu.
Higartil hevur skúlin bara verið fyri heimahjálpir, sum hava verið til skúlingar til heilsuhjálpara. Men í næstum er eisini ætlanin at seta tað fullu heilsurøktarabúgvingina í verk. Hetta er ein útbúgving, sum tekur næstan tvey ár afturat heilsuhjálparaútbúgvingini og tá verður talan um nógv fleiri næmingar á skúlanum enn tað eru nú.
Tí eru ymsir møguleikar kannaðir fyri at leiga høli til skúlan. Men ongi høli eru til taks, sum eru so fræg, at tey kunnu metast at vera ein varandi loysn.
? Sostatt heldur býráðið, at talan bara kann vera um leigu í eina avmarkaða tíð, kanska í eini tvey ár, ímeðan nýggjur skúli verður bygdur. Men borgarstjórin vil ikki siga enn, hvørji høli, talan er um.
Eitt skifti var talan um at húsa skúlanum í gamla heilsølubygninginum hjá Poul Hansen, men hóast endalig avgerð ikki er tikin, hevur býráðið skilt á landsstýrinum, at hildið verður ikki, at tey húsini eru hóskandi.