Jens Johannesen
Tvøroyri, býráðsvalevni Javnaðarfloksins
Kommunan hevur havt stóra skuld at dragast við tey seinastu nógvu árini. Hon hevur at kalla verið skuldarbundin í fleiri ár. Á seinasta býráðsfundi varð upplýst, at skuldarbyrðan hjá kommununi eru einar 80 mill., ella við øðrum orðum tvær álíkningar, tí upplýst varð samstundis, at inntøka kommununnar var góðar 40 mill.. Tað kostar kommununi um 13 mill. um árið í rentum og avdrátti, so um eini tvey-trý ár fer at nærkast einari álíkning í skuld. Um rætt verður borið at, so er tað ein stórur møguleiki fyri, at okur um stutta tíð kunnu fara at hugsa um at nýggjar íløgur. Í komandi ári verður barnafrádrátturin 4.500 kr..
Tvøroyri skal gerast ein tryggari býur, tá tað snýr seg um tryggleika hjá børnum í ferðsluni. Á Sevmýrisvegnum og aðrastaðni í býnum eiga okur at gera trongar, so at bilarnir verða noyddir at minka um ferðina. Vegastrekkir, sum líkjast teimum úti undir Heygnum, eiga at breiðkast. Og sjálvandi skal býráðið bjóða slík arbeiði út, so tað kann gerast so bíligt og skjótt sum gjørligt.
Tvøroyrar býur skal vera góður og dragandi at búgva í. Trivnaðurin skal koma okum øllum tilgóða. Okur skulu fara væl um allar borgarar í sóknini, allir skulu vera líka fyri lógini, øll skulu kenna seg trygg. Hetta kann gerast við, at heilt nágreiniligar reglur eru fyri tey ymisku økini i kommununi, soleiðis at borgarin veit hvørjar skyldur og rættindi hann/hon hevur, tá tað snýr seg um ivamál. Tað eigur ikki at vera so torført at stýra, tá tú veit, hvør kósin er.
Í kommununi skulu øll trívast væl, bæði eldri og yngri. Okur halda ofta at hesi eru bara grenj, men sætt er tað, at hesi báðir bólkar næstan eru heilt gloymdir. Kommunan hevur onki hølið at vísa okra eldru á. Okur skulu virða tey eldru betur. Atburðurin móti okra eldri hevur ikki verið serliga góður. Her skal vend koma í.
Eisini tey ungu, ið ikki íðka tann vanliga ítróttin, skulu okur hugsa um. Umstøðurnar skulu vera góðar. Eitt ungdómshús eigur at finnast, har okra ungdómur kann hittast eftir skúlatíð undir tryggum, rús-og roykfríum umhvørvið. Her skal sjálvandi útbúgvið fólk vera til staðar. Her eru bert nøkur fá hugskot, sum uttan stórvegis kostnað, kann verða til gleði og til gagns fyri øll.
Øll skulu trívast í okra býi.
Tað ger onki um nýggj andlit koma inn í býráðið. Set tín kross við meg tann 9. novembur, ella við eitt av okra valevnum á javnaðarlistanum.